Bókaklubbadagur í Klaksvík 21. mars
Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri bókaklubbadegi í Klaksvíkar bókasavni 21. mars kl. 11-15.
Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki og góðum bókatilboðum. Allan dagin er kreativ verkstova og kaffi/te/saft og okkurt gott afturvið er at fáa. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Skrá
11:15 Søguløta – Djarva Sára Skinfluga
Mourits Mohr Joensen lesur sína fittu søgu um djørvu Sáru Skinflugu.
11:45 Hundamaður vitjar
Heilsa upp á Hundamann og tak eina selfie saman við honum.
12:00 Hoyr um Bókaklubban
Í Bókaklubbanum fært tú eina bók beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?
12:15 Søguløta – Sjókæti A-OY
Sólrún Michelsen lesur upp úr flotta undirsjóvarstavraðnum.
12:45 Operetturnar framføra
Barnaleikbólkur undir leiðslu av Biritu Adelu Davidsen.
13:15 Søguløta – Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda
Vár Berghamar Jacobsen lesur fimtu bókina, sum kemur út síðst í mars.
13:30 Lesidreingir í Klaksvík – sofaprát
Rani, Róar, Jónatan og Sámuel í 3. flokki á Skúlatrøð práta um yndisbøkur og lesing.
14:00 Søguløta – Bjarta bustar tenn
Silja Aldudóttir lesur nýggju, fittu søguna um lítlu Bjartu, sum ikki vil busta tenn.
14:15 Hundamaður vitjar
Heilsa upp á Hundamann og tak eina selfie saman við honum.
14:30 Hoyr um Bókaklubban
Í Bókaklubbanum fært tú bókina beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?
Vilt tú verða limur í Bókaklubbanum og fáa eina bók í postkassan sjey ferðir um árið? Møguleiki verður at skráseta seg sum lim í Bókaklubbanum á degnum. Les meira um Bókaklubban á bokaklubbin.fo
Stuðlar hjá Bókaklubbanum eru Føroya banki, LÍV og Smyril Line.
