Lýsing
Lýsing
Lýsing

Babba á Barsil

SKRIVAÐ: Sunnvá Dahl Høgfeldt  |  17.03.2026 - 12:30 Politikkur Tíðindaskriv

Tá vit tosa um javnstøðu, snýr tað seg um rættindi og møguleikar fyri bæði kynini. Kortini hava vit skipanir í Føroyum, har pápar ikki verða javnsettir við mammur

 

Í Føroyum hava menn í dag bert fýra vikur oyramerktan barsil, ið skal brúkast, áðrenn barnið verður 1 ár. Mammur hava 18 vikur, ið eru oyramerktar, og av teimum eru 4 vikur áðrenn termin, og 14 vikur beint eftir, at barnið er føtt. Eg haldi ikki, at barsilin skal vera oyramerktur. Foreldur eru sjálvi før fyri at taka avgerð um, hvussu barsilin skal deilast sína millum. 

Vit eru komin eitt gott fet á leiðini við at tryggja summum pápum deildan foreldramyndugleika. Men hetta er ikki galdandi fyri teir pápar, ið ikki eru giftir við mammuni og sum ikki hava búð saman við mammuni í 10 mánaðar, áðrenn barnið verður føtt. Tað merkir, at mamman skal góðkenna, at pápin verður skrásettur sum pápi, og at hann harvið fær deildan foreldramyndugleika. Tað er ein skipan, sum hoyrir eini aðrari tíð til.

Pápar eru foreldur á jøvnum føti við mammur. Teir eiga sama rætt til at taka ábyrgd og lut í teimum fyrstu týdningarmiklu mánaðunum hjá barninum.

Javnstøða snýr seg ikki um at seta kyn ella minnilutar upp ímóti hvørjum øðrum, men at øll hava somu rættindi og møguleikar. Tí er tað upp á tíðina, at vit eisini tryggja javnstøðu fyri pápar. Tað er ikki bert ein fyrimunur fyri páparnar, tað er eisini ein fyrimunur fyri familjuna og ikki minst fyri børnini. 

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt

Valevni fyri Sambandsflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat siga valskráir­nar 2026 um gransking…
Vælferðartøkni kann styrkja røktina – me…
Skatta­frádráttir skulu hækkast hvørt ár
Átta prosent av arbeiðsmeg­ini eru útlend…
NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldr…
Babba á Barsil
Gunnvá og Ólavur vitja Norðlýsið
Tað er lætt at brúka pengar, og at lyfta…
Bókaklubbadagur í Klaksvík 21. mars
Sirið og Mercedis vitja Norðlýsið í dag
Airbnb, summar­hús, langtíðarleiða er ok
Vegskattu­rin eigur at gagna lands­vegu­num…
Vit mugu gera alt fyri at tálma innflutn…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…