Lýsing
Lýsing
Lýsing

Okkara skylda at fáa røktina at røkka

SKRIVAÐ: Jóhanna Andreasen  |  13.03.2026 - 16:15 Politikkur Tíðindaskriv

Sending “tá røktin ikki røkkur”, hóskvøldi í KVF lýsir greiða tørvin á fleiri útbúnum starvsfólkum innan eldraøkið. Tað áleggur Løgtinginum eina bundna uppgávu at loysa. Eg havi nøkur boð.

 

 

Eg visti tað áðrenn, men sendingin “Tá røktin ikki røkkur” fekk meg veruliga at føla við teimum, ið líða undir starvsfólkatørvinum innan eldrarøktina. Og tað motiveraði meg eisini til at arbeiða fyri at bøta um hesa støðuna, um eg verið vald á ting. Tað er okkara skylda.

Tað rakti meg, tá ein avvarðandi setti orð á, at tá starvsfólkini ikki orka at veita nøktandi røkt, eigur almenni myndugleikin at taka ábyrgd. Tá tað ikki hendir, mugu tey avvarðandi í staðin loysa uppgávurnar. Tey uppliva sorg og einsemi í einum av ríkastu vælferðarsamfeløgunum í heiminum.

 

Tað eiga vit sum samfelag at kunna gera betur

Eg føldi eisini við starvsfólkunum, sum áhaldandi uppliva ikki at hava stundir og umstøður at veita nøktandi røkt og umsorgan. Sum sjúkrarøktarfrøðingur føldi eg eisini við teimum, sum blivu áløgd krevjandi røktaruppgávur uttan førleikamenning. Og sum leiðari á heilsuøkinum merkti eg eisini avmaktina hjá leiðarunum, sum áhaldandi vóru noydd at slaka upp á dygdina, tí starvsfólkaorkan ikki rakk til.

Tað eiga vit sum almennir arbeiðsgevari at kunna gera betur.

Búskaparráðið staðfesti í sendingini, at tørvurin á røkt kann væntast at vaksa við 40-50% næstu 10 árini. Og longu nú er stórt starvsfólkatrot. Í nógvum kommunum eru tey longu komin at mørkum við trongum kørmum og smáum eindum, sum heldur ikki styrkja rekrutteringina. Eisini bleiv staðfest, at Føroya Heilsuskúli má gerast enn meira liðiligur í at skipa undirvísing norðanfjørðs, um kommunalu arbeiðsgevararnir skulu kunna fáa útbúgvin starvsfólk til økið.

 

Eisini her hava landsins myndugleikar eina ábyrgd at leggja betri til rættis.

Kommunurnar mugu eggjast til at útstykkja meira til eldrabústaðir, soleiðis at røktarheimini ikki hokna undir byrðuni. Heilsuskúlin skal skipast, soleiðis at starvsfólk í øllum landinum kunnu útbúgva seg innan økið. Kommunurnar taka sær av eldraøkinum, men landið má bøta um møguleikarnar hjá kommununum at menna røttu loysnirnar.

Vit mugu sum samfelag gera munandi meira proaktivt fyri at loysa hesa risa avbjóðing við vaksandi ójavnvág millum røktartørv og røktarførleikar. Tað er okkara skylda at fáa røktina at røkka. Tað er til gagns fyri bæði einstaklingin og samfelagið sum heild. Tað fari eg at arbeiða fyri í Løgtinginum.

Jóhanna Andreasen, valevni Fólkafloksins

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…