Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Meðan Javnaðarflokkurin hevur ligið sera tungt í sjónum í øllum veljarakanningunum seinastu 2 árini, er undirtøkan til fólkatingsval tann diametrali mótsetningurin. Flokkurin gerst nógv størstur. Sambandsflokkurin heldur eisini tørn. Boðskapurin er greiður: Fólkið vil hava fíggingina úr Danmark, sum hesir flokkarnir bjóða, til virksemi í Føroyum - og so seta fólkafloksveljarar krossin við Ísraelsvinin Sjúrð
Javnaðarflokkurin fær knapt 38%, Sambandsflokkurin 28%, Fólkaflokkurin knapt 15%, Tjóðveldi beint yvir 14% og teir smáu millum 2% og 3% hvør í einastu fólkatingsveljarakanningini higartil. Kanningina hevur spyr.fo gjørt fyri Kringvarpið, Portalin og FM1, og 700 fólk vórðu spurd.
Valskráin hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið er øðrvísi á tann hátt, at á henni standa gamaní nøkur lyfti, men har er ein væl longri listi yvir avrik, ið longu eru framd. Nevndar verða nærum 33 milliónir til Føroya politi og aðrar milliónir til Føroya Rætt, fastan sess í Norðurlandaráðnum, talgilt koyrikort góðkent í Danmark, undirvísing í ríkisfelagsskapinum í donskum skúlum, og so kemur tað: 41 milliónir til havgransking, 15 til gransking í uttanríkismálum, trygd og verju, 32,5 mió. til Sjómaq, 30 mió. til Norddok, knapt 4 mió. til háskúlauppihald, 2 mió. til sluppina Jóhonnu, knapt 2 mió. til Rescue Lív og 16 milliónir til undirvísingartilfar.
Somuleiðis hevur Javnaðarflokkurin víst á, at fólkatingsumboðið hevur fingið til vega fígging til Sjósavnið, filmsframleiðslu og náttúrugransking, eins og hann hevur arbeitt fyri Symfoniorkestrið, stuðul til háskúlanæmingar, ítróttarháskúlan í Vági, pakkhúsið á Tvøroyri høli til Vága Ríðingarfelag, neyst til Hósvíkar Róðrarfelag og eitt annað til Knørr, og so hava vit helst gloymt okkurt. Talið 30 milliónir er nevnt, men møguliga/helst er tað hægri.
Veljarakanningin er ein frammaná til Tjóðveldi, sum í nýggjari tíð annars javnan hevur átt annan sessin á Fólkatingi. Fólkið keypir tað at síggja til ikki, tá ið tey siga, at tey fara til Danmarkar at avtaka fólkatingssessirnar; helst tí tað eisini varð lovað fyri 25 árum síðani, uttan at tað hendi. Og stríðið hjá Magna Arge fyri Catalonia í skeiðnum 2015-2019 vísti seg at vera ein ordans fusari.
Hví Fólkaflokkurin stendur so illa í tí til fólkatingsvalið, er hinvegin ikki eins greitt. Flokkurin hevur ikki havt umboð á Fólkatingi síðani Annfinn Kallsberg var í vælmaktini, so tað er ikki tí, at flokkurin hevur gjørt nakað galið á Fólkatingi. Men eitt gott boð kann vera tað, sum stendur í yvirskriftini. At teir báðir samríkisflokkarnir bæði kappast og samstarva um at útvega fígging frá danska statskassanum til verkætlanir í Føroyum, og tað fær ein loysingarflokkur ikki gjørt.
Tað er illa dámt millum summi. Ein varalimur hjá Tjóðveldi fór so langt sum at samanbera tað við pedofili ella barnalokking. Og tað gongur eisini ímóti politikkinum hjá føroysku samgonguni, har gjørt er av at minka ríkisveitingina úr Danmark. Tað eru bæði Anna og Sjúrður kritiserað fyri.
Men alt – og nú eisini seinasta veljarakanningin – bendir á, at fólkið vil hava tað soleiðis.
Saknur hevur verið í eini veljarakanning til fólkatingsvalið, og nú er hon so komin. Ivamál hevur verið í, um laka undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsval fór at smitta yvir, og tað hevur hon ikki. Sjúrður Skaale hevur eisini verið kontroversiellur til tíðir, eitt nú sum Ísraelsvinur, men tað hevur í øllum førum onki kostað eftir veljarakanningini at døma – tvørturímóti kann hann hava fingið nýggjar veljarar av tí. Til dømis er væl hugsandi, at Miðflokkaveljarar, ásannandi at Miðflokkurin ikki kemur á Fólkating kortini, fara at atkvøða fyri Sjúrði. Miðflokkurin er eisini pro-Ísrael. Hesin sami logikkur ger ivaleyst eisini tað, at fleiri fólkafloksveljarar seta krossin við Sjúrð til fólkatingsvalið og síðani til fólkaflokkin til løgtingsvalið.
Sitandi fólkatingslimirnir tykjast hava funnið vinnarauppskriftina til fólkatingsval.