Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan fólkaskúla? – Les so hetta
Tey flestu, sum hava roynt at halda barnaføðingardag fyri 25 børnum, vita, at tað er ein uppgáva í sjálvum sær. Hugsa tær so líka sama tal á børnum, men tú skalt eisini læra tey at dividera, stigbenda lýsingarorð og at greina yrkingar. Nú mundi eg gloymt, at tú skalt eisini tillaga undirvísingina til hvønn einstakan næming. Tað er als ikki ómøguligt. Tað ber til, men umstøðurnar mugu vera í lagi. Tað eru tær tíverri ikki, og tað vil eg broyta.
Ein skúli er tey fólkini, sum eru í skúlanum. Karmarnir kunnu vera flottir ella minni flottir, men tað eru næmingarnir og lærarin, ið saman syrgja fyri, at dagurin gerst góður og læruríkur. Tað verður hann, um lærarin ikki stendur ov einsamallur.
22-25 næmingar í einum skúlaflokki. Í fyrsta og í øðrum flokki hava næmingarnir í stóran mun tveir lærarar inni í floksstovuni, ið undirvísa teimum. Hetta er ein vælvirkandi skipan. Men tá ið næmingarnir hava gingið í skúla í tvey ár, heldur skipanin uppat. Tá ið næmingarnir fara í triðja flokk, hava teir í stóran mun ein lærara í floksstovuni. Ein lærari og 22-25 næmingar – børn, sum eru 9-10 ára gomul.
Lærarin má hava tíð til næmingarnar. Tað er ómetaliga ringt hjá einum einstøkum lærara at røkka 25 næmingum, tí eingin flokkur er líka, og eingin næmingur er líka. Næmingarnir mennast ymiskt og hava tískil ymiskar tørvir.
Tú, sum lesur hetta, vil hava, at Føroyar skulu hava ein góðan fólkaskúla. Tað fáa vit, um vit hava fleiri vaksin, sum hava tíð og orku til børnini, sum um nøkur fá ár skulu mynda hetta landið.
Fáa vit styrkt karmarnar og hava tveir lærarar inni í skúlastovuni, er møguleikin fyri at møta øllum næmingum til staðar. Tá styrkja vit tað bókliga, kensluliga og kreativa.
Eg fari tí at stríðast fyri, at lærarin fær betri umstøður, tí tað fer at geva næmingunum nógv betri umstøður.
Sama um tú ert foreldur ella lærari, skalt tú vita, at hetta er mítt hjartamál, og at eg fari ikki at slaka, fyrr enn vit styrkja fólkaskúlan munandi til frama fyri næmingar og lærarar.
X við Kristinu Djurhuus