Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Soleiðis kann bústaðartrotið loysast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2026 - 08:00 Poddar Politikkur Tíðindi

Nýtt átak hjá Bústaðir kann skeikla kappingina um nýggjar borgarar til fyrimuns fyri Havnina

 

 

Í nýggjasta partinum av poddrøðini “Búskapur í øllum” verður eitt av teimum mest átroðkandi samfelagsligu evnunum í Føroyum tikið upp: Bústaðartrotið. Hví er tað so trupult hjá ungum familjum at finna bústað – og hvat skal til fyri at venda gongdini? 

Í samrøðuni við Norðlýsið greiðir formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, frá nýggjari greining av føroyska bústaðarmarknaðinum. Tølini vísa eina greiða mynd: miðalprísurin á einum húsi í Føroyum er næstan tvífaldaður síðan 2017.  Eftirspurningurin er vaksin nógv skjótari enn útboðið av nýggjum bústøðum. 

Orsøkirnar eru fleiri. Fólkatalið veksur, fleiri búgva einsamøll, útlendsk arbeiðsmegi flytir til landið, og ferðavinnan leggur eisini trýst á leigumarknaðin. Samstundis hevur byggingin ikki megnað at fylgt við.

 

2.000 nýggir bústaðir kunnu stabilisera marknaðin

Ein av mest áhugaverdu niðurstøðunum í greiningini er, at um tað eydnast at byggja umleið 2.000 nýggjar bústaðareindir næstu árini, kann tað stabilisera bústaðarmarknaðin og leggja ein dempara á prísvøksturin.

Men tað krevur, at kommunurnar megna at fremja útstykkingar og byggiverkætlanir í verki – og at góðkenningarprosessir og byggikapasitetur ikki verða fløskuhálsar.

 

Bústaðir – loysn ella trupulleiki?

Í poddinum verður eisini sett fokus á leiklutin hjá Bústaðum, sum skuldi tryggja bíligar leiguíbúðir. Felagið hevur tó bygt færri bústaðir enn væntað, og fleiri verkætlanir hava verið dýrar at byggja. Tað hevur gjørt, at leigurnar ikki altíð eru so lágar, sum ætlað var. 

Nýliga er ein nýggj skipan komin á borðið: Tórshavnar kommuna og Bústaðir hava stovnað eitt felags, alment gagnligt bústaðarfelag, har kommunan hevur sett 20 milliónir krónur í felagið. Kommunali stuðulin hevur gjørt leiguna munandi lægri hjá teimum 44 leigarunum.

Tað kann hjálpa á stutt sikt, men reisir eisini ein prinsipiellan spurning.

 

Almennir bústaðir – hvør rindar og hvør fær?

Spurningurin er nevniliga, um slík almenn bústaðarátøk kunnu skeikla kappingina á bústaðarmarknaðinum.

Um eitt alment stuðlað bústaðarfelag byggir og leigar út íbúðir í sama segmenti sum privatir útbyggjarar, kann tað gera, at privatir íleggjarar halda seg aftur. Tað kann í ringasta føri føra til enn færri íløgur í nýggjar bústaðir.

Samstundis reisir tað eisini ein kommunalan spurning:

Um Tórshavnar kommuna hevur ráð at seta milliónir í almenn bústaðarfeløg, meðan aðrar kommunur – til dømis Klaksvík – ikki hava somu fíggjarligu møguleikar, kann tað skapa eina skeiva kapping millum kommunur um bústaðir og tilflyting.

 

Politiskur spurningur

Sum Johnny í Grótinum sigur í poddinum, er hetta ikki bara ein tekniskur búskaparfakligur spurningur. Tað er eisini ein politisk avgerð:

Skulu Føroyar hava meira almenngagnligan bústaðargeira, líknandi tí danska – ella skal størri dentur leggjast á privata bygging og marknaðarloysnir?

Tað, sum verður avgjørt nú eftir komandi løgtingsval, kann seta kósina fyri føroyska bústaðarpolitikkin næstu mongu árini.

Hoyr allan poddin “Hví er tín húsaleiga so høg?” í røðini Búskapur í øllum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Fólka­tingsvalið snýr seg um tvær triva…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Soleiðis kann bústaðartrotið loysast
Loysa haldføris­trupulleikar­nar – men á r…
Pensjónistar - strekkir fólka­pensjónin t…
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Lýsing