Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skrivaði Putin tíðindini í útvarpinum?

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  13.03.2026 - 16:13 Politikkur Tíðindaskriv

Tú undrast, tað gjørdi eg eisini í morgun, mátti lurta umaftur eftir morguntíðindum útvarpsins.

 

Søgurnar úr útlondum vóru tríggjar. Fyrsta var ein ávarandi søga frá Fjarskiftiseftirlitinum, fregnartænastuni hjá “danska”politinum og  frá “donsku” verjuni Hesi ávarða okkum um vandan fyri uppílegging frá “fremmandum maktum” í føroyska valið- sera aktuelt og forvitnisligt, helt eg.

 

Men eg gjørdist klókari

Men eg gjørdist klókari, og ikki sørt kløkkur av næstu søguni. Hendan var bygd á frágreiðing frá felagsskapinum” Nordic Safe Cities”, ið er staðsettur í “Copenhagen og Oslo”. Hesi vísa á amerikumenn sum stóru fíggindar okkara. Grundgivið verður við ávirkan amerikumenn á grønlendska valið.

 

Eitt kærkomið wake-up call

Eitt ávarðingarróp frá amerikanska forsetanum vakti danir úr djúpum svøvni. Hálvvaknaðir hildu teir, kropp á kroppi, á “pílagrímsferðir” til gloymda landið, Grønland. Við sær høvdu teir nærum óavmarkaðar peninganøgdir, umframt umberingar fyri bæði eitt og annað- drivnir av áralangari ringari samvitsku.

Hetta wake-up kallið frá amerikumonnum, verður í dag skýrt sum eitt álop á fólkaræði.

Góðan morgun útvarp Føroya!

 

Kaja Kallas

Sum prikkurin yvir i’ið kom so dagsins boðskapur frá Eslendska uttanríkisstjóranum í ES, Kaju Kallas, sum sigur seg halda:

·       at USA roynir at skapa sundurlyndi og spjaðing í Evropa og gera ES veikari.

·       at tað er av týdningi, at fólk skilja, at USA týðiliga vil skapa spaðing í Evropa.

·       at USA dámar ikki ES,

·       at ES-londini eiga at standa saman móti USA, tí eimum dámar ikki, at vit standa saman.

·        

Nei, tíverri hevur Putin annað at gera

Nei ikkki er Putin settur í starv í Kringvarpinum, hann hevur enn úr at gera við at oyða mannalív.

·       Umleið 1000 av egnu soldatum sínum hevur hann sent í deyðan hvønn einasta dag seinastu trý árini, samanlagt fleiri enn 1. Mió. Harumframt koma tey túsundatals óseku civilu í Ukraina

·       Og umframt hetta stríðist hann við andstøðupolitikarar sínar. Nøkur verða varpaði út gjøgnum háhúsvindeygu (gjarna í sjúkrahúsum), onnur doyggja í flogvanlukkum og uppaftur onnur verða eitraði runt allan heim.

 

Nú mundi eg gloymt

Orsakað, nú mundi eg gloymt at nevnt, at eg fari at gera sum útvarpstíðindini bóðu meg gera, eg fari at:

·       at vera árvakin og brúka vit og skil, og ikki trúgva øllum, tú sært á netinum.

·       og kanna um fleiri eftirfarandi miðlar skriva tað sama.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…