Hágóðskulaksalýsi burtur úr avskurði
Bakkafrost/Havsbrún hevur eitt laksavirki, sum framleiðir laksalýsi og -mjøl, og har eru møguleikar fyri at fara undir at framleiða lýsipillarar til menniskju eisini. Tað liggur ikki í kortunum beint nú, men tað hevur møguligt framtíðar-potentiale, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, við Norðlýsið.
Norðlýsið vitjaði hjá Bakkafrost á Glyrum í seinastu viku. Ørindi okkara vóru at frætta um gongdina hjá alirisanum. Regin Jacbsen var sum vant sera væl upplagdur og greiddi frá við eldhuga um allan aktivitetin hjá Bakkafrost. Burturúr komu fleiri greinar, sum vit leggja út á heimasíðuna hesa vikuna.
Havsbrún er serliga kent fyri at framleiða fóður til djór, og marknaðurin fyri tí er stórur. Men har eru heilt onnur og álvarsligari krøv til at framleiða matvøru til menniskju, og tað hevði kravt eina heilt aðra verksmiðju enn ta hjá Havsbrún í løtuni fyri at kunnað tað. Hinvegin eru møguleikar í at framleiða lýsi til menniskju.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur soleiðis: – ”Tá ið Havsbrún á fyrsta sinni lærdi seg at gera fóður afturi í 1980-1982, so var tað til búnaðarmarknaðin, t.v.s. til bøndur og landbúnaðin. Hetta var áðrenn, at teir fóru at gera fóður til alivinnuna. Fóðrið til landbúnaðin hevur sera gott orð á sær, men tað er ikki nakar stórur marknaður. Men tað, sum vit kundu gjørt einaferð í framtíðini, hevur við laksalýsi at gera.
Avskurðurin her av Glyvrum fer inn til Havsbrún, men har hava vit eisini eitt annað virki enn fóðurframleiðsluna. Tað er ikki sama fiskamjølverksmiðjan í Havsbrún, men eitt laksavirki fyri seg. Tað opererar púra separat frá Havsbrún. Tað virkið framleiðir laksalýsi og laksamjøl, varð bygt fyri 4 árum síðani og er nú reiðiliga komið upp at koyra. Í fjør framleiddu vit bara eini 4.000 tons, men í ár vænti eg, at vit fara at framleiða heili 20.000 tons ella uppaftur meira.
Tað svarar til eini 5.000-6.000 tons av lýsi og kanska 3.000-4.000 tons av laksamjøli, ið vil siga, at nú hevur tú minst 8.000 tons av liðugtvøru til kanska 10-15 krónur ella meira fyri hvørt kilo’ið. Lýsiprísirnir sveiggja nógv og hava onkuntíð verið heilt uppi á 30 krónum pr. kilo.
Talan er um allan avskurðin her av Glyvrum, herundir allan innvølin, skræðuna og annan avskurð, og tann verksmiðjan kann framleiða ”food-grade”-framleiðslu. Food-grade merkir, at tað kann etast av menniskjum, og har kundi tú í prinsippinum framleitt laksalýsi, sum fólk kunnu taka. Har er ein marknaður fyri lýsi-pillarum, sum fólk keypa fyri at fáa meira Omega-3 í seg.
Hetta er tó ikki nakað, vit hava ætlanir um at fara í holt við júst í løtuni. Í løtuni verður einans framleitt djórafóður, men tí er eisini stórur marknaður fyri. Fleiri fólk gjalda fegin væl fyri djóramat”, sigur Regin Jacobsen til seinast.