Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áhugin at velja flokkin er minkaður

SKRIVAÐ: valurslit.fo  |  05.03.2026 - 14:13 Politikkur Tíðindaskriv

Vavið av listaatkvøðum er minkað munandi, síðan Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi

 

Ein listaatkvøða er, tá veljarin setur kross út fyri floksnavninum heldur enn einum av valevnunum á listanum.

Meðan veljarafjøldin í Føroyum er støðugt vaksin, so er parturin av veljarum, sum velja ein lista heldur enn einstakt valevni minkaður munandi.

Stóra broytingin hendir á løgtingsvalinum í 2008, sum var fyrsta løgtingsvalið við einum valdømi.

Fýra ár frammanundan, í 2004, vóru tað 4.140 fólk, ið valdu ein lista heldur enn eitt einstakt valevni.

Í 2008 vóru tað 1.124 fólk, sum valdu ein lista.

Munurin var gott og væl 3.000 í einum høggi.

Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum á mest sum øllum valum – bæði løgtingsvali og fólkatingsvali – fær flestar listaatkvøður.

 


Á løgtingsvalinum í 2022 var býtið av listaatkvøðum hetta:

  • Fólkaflokkurin: 227 listaatkvøður (0,66 prosent)
  • Sambandsflokkurin: 404 listaatkvøður (1,18 prosent)
  • Javnaðarflokkurin: 364 listaatkvøður og (1,06 prosent)
  • Sjálvstýri: 52 listaatkvøður (0,15 prosent)
  • Tjóðveldi: 126 listaatkvøður (0,37 prosent)
  • Framsókn: 86 listaatkvøður (0,25 prosent)
  • Miðflokkurin: 136 listaatkvøður (0,40 prosent)
Lýsing
Seinastu tíðindini
Hágóðskulaksalýsi burtur úr avskurði
Áhugin at velja flokkin er minkaður
Tiltøk í vikuni
Úrslit í Norð­oyggjum
KÍ á breddan í dag
Jóhannes Miðskarð í Altinget: kunnu børn…
Børn sum bera brek ella hava serligan tø…
Veðrið í Streymnesi
Løgmaður: - Ingilín og Uni stilla ikki u…
Okkara umboð til løgtingsvalið
Vinjard Johansen stillar upp fyri Miðflo…
Neyðugt er at seta ferð á grøna orkuskif…
Øðrvísi valgrein: løgtingsval, fólkating…
Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!
Kommunur kunnu ikki ognartaka almenna jø…
Tussj: - ÍF hava hjálpt og stuðla mær nó…
Eykakonsert: Heiðurs­konsert fyri ”Teimum…
Vel ein Hermann 26. mars!
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?