Føroyar mugu fáa eina nýggja støðu í heiminum
Góðar handilsavtalur til okkara vinnulív eru avgerðandi fyri víðari menning av vælferðini í Føroyum. Ein fortreyt fyri hesum er, at Føroyar gerast sjálvsstøðugt land.
Tá vit í familjunum kring landið seta okkum til borðs um kvøldið, so vænti eg tey flestu eru samd um, at hjá stóru fjøldini eru Føroyar eitt gott stað at búgva.
Til dømis, so eru føroyingar sum heild munandi betri fíggjarliga fyri í dag enn fyri 50 árum síðan.
Vit hava ment vinnulív gjøgnum avtalur millum lond, tøknilig frambrot og dugnalig fólk.
Ein áhaldandi menning hevur verið av samfelagnum, har vit í Føroyum hava tikið størri og størri ábyrgd av hvørjum øðrum, so hvørt sum samlaða ríkidømið í landinum er vaksið.
Til dømis hevur tað verið eitt heilt greitt mál, at færri og færri skulu verða send av landinum at fáa hjálp. Og tá tað hendir - tíbetur í dag sum oftast í avmarkaðum sjúkraørindum - so eru tað vit í Føroyum sum rinda fyri hvønn annan.
Tú og øll hini rinda fyri grannan. Grannin og øll hini rinda fyri teg.
Til alt hetta er ein partur av grundarlagnum, at Føroyar hava nakrar natúrligar møguleikar, har vit sum land hava skapt karmar til vinnulív, sum veruliga blómar. Okkara størstu útflutningsvinnur, fiskivinna og alivinna, metta munnar kring allan heim, meðan pengar koma hendaveg, sum fara runt føroyska samfelagið. Bæði gjøgnum beinleiðis tilfeingisgjøld, skattir og avgjøld, men ikki minst eisini gjøgnum keyp av vørum og tænastum frá øðrum fólkum og fyritøkum í Føroyum.
Betri tað gongur at selja vørur úr Føroyum, størri verður samlaða íkastið til tað, sum vit eru saman um.
Tí er staðfesting av okkara rættindum til tilfeingi so avgerandi. Tí er neyðugt at hava so góðar avtalur sum gjørligt við onnur lond.
Til dømis seldu føroysk skip 600.000 tons av fiski í fjør. Fer útflutningsprísurin á tí gjøgnum betri handilsavtalur upp við til dømis einari krónu fyri kilo, so eru 600 milliónir krónur fleiri, sum verða tøkar hjá onkrum í okkara samfelag. Sum fara í umfer her hjá okkum.
Tað hevði gjørt mun við nátturðaborðini kring landið.
Men tað er ikki støðan í dag. Øll politiska skipanin roynir at betra um handilsavtalurnar, men tað hevur gingið illa. Samstundis gerst greiðari og greiðari, at tað er støðan hjá okkum í heiminum, sum er ein stór forðing fyri betri handilsavtalum. Til dømis er greitt, at bara sjálvstøðug lond kunnu vera í handilsfelagsskapinum EFTA, sum hevði givið munandi betri møguleika fyri betri handilsavtalum.
Men har sleppa vit ikki við. Og har sleppa vit ikki við fyrr enn vit eru eitt sjálvsstøðugt land.
Veruleikin er, at vit gera longu meira enn tað, sum ein landslutur kann í altjóða samfelagnum, og skulu vit droyma um eina menning komandi 50 árini, sum bara minnir um menningina seinastu 50 árini, so er støðan sum statur i heiminum ein avgerandi partur av tí.
Men av tí vit longu eru so væl ment, so verður tað onki lop út í tóman heim. Tað verður eitt lítið stig fyri hvønn av okkum, men eitt risa stig fyri Føroyar, har vit nærmast uttan at leggja tað til merkis brádliga eru farin frá at vera ein landslutur til at vera eitt sjálvstøðugt land við risa møguleikum at blíva enn betri.
Eirikur í Jákupsstovu
Valevni fyri Tjóðveldi