Jákup Vilhelmsen spældi allan dystin
22 ára gamli Jákup Norðoy Vilhelmsen var partur av teimum fyrstu ellivu hjá KÍ í sigrinum á HB um stórsteypið 2026, og hann kláraði seg avbera væl - sterkur, róligur og tryggur.
Jákup byrjaði dystin sum vinstri miðverji av trimum, og skifti síðani til at vera vinstri bakkur, tá KÍ skifti til 4-mans verjuketu.
Vit sóu eisini til tann eina vinardystin fyrr í ár ímóti HB, tá hann spældi á miðverjuni saman við Odmar, at hann kláraði seg væl.
Í stórsteypadystinum leygardagin var heldur einki undantak, har Jákup gjørdi sín part til at halda málið reint.
Skifti frá miðverja til vinstra bakk vísir eisini, at Jákup kann brúkast allastaðni í verjuni.
KÍ vann sannførandi
KÍ vann ein sannførandi sigur í ársins stórsteypadysti ímóti HB á Tórsvølli.
Uppskriftin til ein sigur hjá KÍ er ikki broytt. Tað var nettupp aftaná eitt Árnaspark frá høgru síðu, sum Liðskiparin Jákup B. Andreasen skallaði, og so umvegis Filip Brattbakk endaði í málinum. 1-0 til KÍ.
Dysturin var merktur av, at bæði liðini ikki eru ordiliga komin í dystarform enn. Bæði liðini gjørdu feilavleveringar og mistu bóltin í støðum, sum spælararnir vanliga ikki gera, tá teir hava spælt fleiri dystir.
Verjan var stinn
Við Odmar, Gaston og Jákup V. í einari 3 miðverju skipan, hildu KÍ málið reint, og hildu HB frá at fáa nakað sum helst av møguleikum nærum allan dystin.
HB høvdu bara tvær royndir á málið hjá KÍ, og teimum bjargaði Sebastian meistarliga í báðum førum.
KÍ skiftu so í seinna hálvleiki skipan til eina 4-mans verju, og hildu HB bara til nakrar støður sum bóru onga vanda fyri verjuna.
Góð verja hevur verið kjarnin hjá hesum KÍ-liðnum, og tað sær út til at halda á aftur í ár.
Patrik og Erlend gjørdu mun
KÍ átti kjansirnar í dystinum. Í fyrra hálvleiki var fyrst Odmar tætt við at skora, tá hann snittaði eitt fríspark frá Árna ímóti málinum.
Síðani hevði Páll tvey skot, har tað eina bleiv skotið beint uttan fyri 5-meturin, sum tíverri rakti ein av HB-leikarunum, ið høvdu hópað seg framman fyri málið.
Seinni hálvleikur byrjaði við sama lagið, við KÍ væl omaná í dystinum. Serliga aftan á 1-0 málið, tá KÍ skiftu Patrik Johannesen og Erlend Hustad inn.
Tá kom veruliga gongd í tað offensiva spælið. Serliga hevði Patrik eina sera góða støðu, har hann kom í eina 1 mót 1 støðu við málmannin hjá HB. Erlend hevði eisini eitt gott skot í 16-metrinum, og KÍ áttu kanska at verið frammanfyri 2-0, ella heili 3-0.
Samanumtikið var hetta ein góður dystur, sum hóast feilavleveringar og mistir bóltar, skuldi givið KÍ góðar vónir um kappingarárið 2026.
Okkara menn fingu tað fyrsta steypið í hús, og vónandi koma fleiri aftrat.
KÍ spælir fyrsta umfar í landskappingini komandi sunnudag 8. mars, tá teir skulu vitja 07 Vestur í Sørvági.
Koyr á KÍ!