Lýsing
Lýsing
Lýsing
Posthúshornið er eitt av teimum mest nýttu støðunum til valplakatir | Mynd: Jóhann Lützen

Fyrstu valplakatirnar komnar upp

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.02.2026 - 11:06 Politikkur Tíðindi

Føroyingar skulu á løgtingsval hósdagin 26. mars og hetta til tann dagin fara vit at síggja politiskar boðskapir úti og inni dagin langan

 

Steffan Klein Poulsen og Elsebeth Mercedis eru fyrst út, eins og tjóðveldi við teirra "E" bókstavi. 

Sagt verður at valplakatir sjálvdan flyta atkvøður einsamallar, men tær styrkja aðrar ávirkanir. 

Plakatir geva sjónligheit har veljarar kenna navnið á einstaka valevninum aftur á valdegnum og hetta kann skapa eina kenslu hjá veljarum av at "hesa/hendan havi eg sæð áður".

Tað eru serliga nýggj uppstillaði, sum hava tørv á at vera sædd. Ein valplakat gevur eitt signal um, at politikarin er seriøs/ur í royndini at sleppa innum tinggátt - sjálvsagt treyta av, at valplakatin er seriøs. 

At vera sjónlig/ur í býarmyndini gevur eitt slag av legitimiteti. Valplakatin vísur, at her er ein skipað kampanja í valdystinum og virkar ofta sum ein seinasta áminning, áðrenn veljarar skulu á valstaðið at greiða atkvøðu. 

“Ja, tað var hana/hann eg hevði hug at velja.”

Valplakatir broyta sostatt ikki meiningar nógv — men hjálpa fólki at halda fast í einari  — og tað kann vera júst tað, sum ger mun í einum tøttum vali.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…