Lýsing
Lýsing
Lýsing
Karl Johansen, borgarstjóri hevur vitjað í studio á Norðlýsinum, har hann hevur greitt frá spennandi verkætlanum og øðrum kommunumálum | Mynd: Jóhann Lützen

Norðlýsið aftur í nevnd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.02.2026 - 09:48 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Á býráðsfundinum í gjár varð málið um verkætlanina "Norðlýsið fer í luftina" koyrt aftur í nevnd

 

Síðan 1915 hevur Norðlýsið trúfast røkt uppgávuna og ábyrgdina sum lokalblaðið í Norðoyggjum, og í dag eru vit einasti landspartur, sum hevur sítt egna, sjálvstøðuga lokalblað.

Síðani aldarskifti hava vit verið talgild við heimasíðu okkara nordlysid.fo og tíðin er komin at menna lokalu rødd okkara enn meira við útvarpi. Seinasta árið hava vit sent beinleiðis tríggjar ferðir um vikuna við sendingini ”Komið øll við”, umframt tema-baseraðar podvarpssendingar. Móttøkan hevur verið góð og nú ynskja vit at koyra meira á motorin. 

Vit hava ætlanir at gera sendingar, sum fevna um nakrar av niðanfyri nevnd tættum:

  • kjaksendingar, har persónar, einamest úr lokalsamfelagnum ella við tilknýti til tað, skifta orð um ávís evni
  • ítróttasendingar, sum bæði kunnu vera beinleiðis frásagnir, prát um kappingar og úrslit, tiltøk og ítróttafeløg eins væl og prát við ítróttafólk
  • frásagnir frá størri tiltøkum – um orka ella umstøður eru til tað, kann verða samstarvað við fyriskiparar og onnur áhugað um at senda beinleiðis frá størri tiltøkum, so sum Norðoyastevnu, Summarfestivalinum, Sjómannadegnum, Torradøgunum, Grækarismessu, Flaggdegnum og øðrum mentanartiltøkum eins væl og einstøkum konsertum, fyrilestrum og andaligum stevnum ella tiltøkum
  • ungdómssendingar, har ung gera sendingar til ung
  • tónleikasendingar, har pláss er fyri øllum sløgum av tónleiki, men har tónleikur við lokalum uppruna eisini skal raðfestast
  • søguligt tilfar – bæði eldri og nýggjari – har greitt verður frá søguligum tilburðum og hendingum í lokala umhvørvinum, ella sum hava áhuga ella hava havt  ávirkan á lokal­samfelagið
  • vinnuligar sendingar um onkra vinnugrein, einstaka fyritøku ella persón, gongdini og útlitunum o.s.fr.
  • andaligar sendingar – har lokalar kirkjur og samkomur fáa javnbjóðis rúmd at luttaka

 

Tað skulu bæði fólk og tøkni at lyfta hesa verkætlan og tískil vóna vit, at Klaksvíkar kommuna enn sum aður sær týdningin, sum Norðlýsið hesa farnu stóru øldina hevur havt – og framvegis hevur - fyri Norðoyggjar. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…