- Avbjóðingarnar eru nógvar, men møguleikarnir eru eins nógvir
Eg gleðist sjálvsagt um, at tað eru vinnulívsfólk, kreativar eldsálir og samstørv, sum megna at varpa ljós á landbúnaðarøkið. Serliga tað siðbundna, sum spakuliga eisini blívur fremmant fyri yngra ættarliðið, segði Karl Johansen millum annað í setanarrøðu síni
Vit prenta røðuna niðanfyri
Góðan morgun, øll somul og hjartaliga væl komin til Klaksvíkar
Eg fari at byrja við at takka fyriskiparunum fyri enn einaferð at hava sett hetta tiltakið á skrá.
Búnaðarstevnan hevur 11 ár á baki, og savnar framvegis fólk úr øllum landinum.
Hetta er ongin sjálvfylgja, tí landbúnaður er ikki fremst á dagsskránni, hóast eldsálir ótroyttiliga royna at varpa ljós á okkara tilfeingið, sum ein sjálvsagdan vinnuveg.
Seinastu árini hevur hevur tað víst seg, at vit hava tørv á at gera tiltøk og átøk, sum í dag varpa ljós á tað, sum fyrr var tað mest nattúrliga í allari verðini.
Nevnliga at fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi.
Eg gleðist sjálvsagt um, at tað eru vinnulívsfólk, kreativar eldsálir og samstørv, sum megna at varpa ljós á landbúnaðarøkið. Serliga tað siðbundna, sum spakuliga eisini blívur fremmant fyri yngra ættarliðið.
Tiltøk, sum Floksmannadagar í Fugloy, Heystfagnaðurin á Eiði og seinasta samstarvið millum IRF og blaðið KVINNA, eru átøk, sum veruliga seta sjóneyku á tað gamla við nýggjum brillum.
Hetta fara vit at hoyra nógv meira um seinni í dag, tá ið Sigurð Lamhauge kemur at greiða frá, hvussu tað kom í lag, at IRF fór undir at gera eina kókibók saman við KVINNU.
Sjálvur var eg ikki til bókaframløguna í Varpinum, sum var á skrá í samband við umhvørvistiltakið hjá
Klaksvíkar kommunu Virkið Heyst.
Men eg skilti á kaffiprátinum dagin eftir, at nossa nuggets var tað heilt stóra hittið, og at kókibókin er ein livandi frásøgn um, hvussu vit kunnu síggja seyðin av nýggjum.
Góðu tit øll
Eg fari at enda við, at takka øllum sum virka fyri, at fólk blíva meira tilvitað um alt tað fantastiska tilfeingið, sum vit hava í okkara nærumhvørvi.
Hóast kommunan í tí smáa ger ymisk burðardygg átøk, so vita vit eisini, at tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman.
Avbjóðingarnar eru nógvar, men møguleikarnir eru eins nógvir.
Ein slík stevna er tí eitt kærkomið høvi at umrøða hesi viðurskifti, og góðir møguleikar eru eisini at vísa hvørjum øðrum á upplagdar menningarmøguleikar.
Takk fyri hetta týðandi tiltak, sum eg eri sera errin av verður hýsa í Klaksvík.
Eisini skal ljóða ein tøkk til øll tykkum, sum eiga lut í skránni, og ikki minst tykkum sum líða á.
Hervið er Búnaðarstevnan 2026 sett.
Takk fyri.