Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Onnur sending úr Hoydølum

SKRIVAÐ: Birgir Kruse  |  13.02.2026 - 08:12 Mentan Tíðindi

Fyrsta eg hugsi, tá knappi vikutímin úr Hoydølum rennur undan er, at hetta er so gott, at man burdi drýggja tað. Lagt eina víku ímillum og endursent hina fyrru, ella okkurt annað. Hetta fer alt ov skjótt at verða burtur og liðugt, er mín fyrsti tanki, tá klokkan slær og eg síggi, at onnur sending er komin at endanum.

 

Eyðun Nolsøe var plátuskaldið og absolutti miðdepilin hjá ikki bara teim seks spírunum og sangstjørnunum, men eisini gittarleikaranum, Paula Reinert Poulsen, sum ordiliga traðkaði í karakter, og trummuleikaranum Vár Miðberg, sum eg frá sanginum hjá Filip um Trýssini í fyrstu sendingini enn eri púra bitin av. Nú slapp Pauli at kasta seg út í gittarljóð, sum púra egin í eina førinum nam við ótilgjørdu cool presisiónina hjá Robert Cray og í hinum førinum til spirituella latino spælið hjá Santana. Beint til okkara av nakna pallinum við heita ljósinum í Hoydølum.

Sangúrvalið, prátið millum tey og Eyðun, lýsandi portrettbrotini, ið kunnandi traðka burturúr, og so framhaldandi og sambindandi skiftini, sum bera okkum fram í skúlaskálanum, og eg longu nú í náðileysu framdriftini veit, fer at leiða til eitt óunniligt úrvalsavrik, sum plátuskaldið ikki sleppir undan at peika á. Júst hetta moment og avdúkandi forhondsumrøðan, hvør kjarnin og plátuskaldið er, hann ella hon, er tað prikið, ið fær plátuspælarin at snurra og gera seg út til í kvøld, at leggja sangir undir nálina.

Við plátuni í búmerkinum ferðast vit gjøgnum tíð og rúm at lenda á hesum palli, sum alt ov leingi hevur staðið tómur og óbrúktur, og nú nærkast endanum á aðru sending av fimm.

Man átti at drýggja løtuna. Fyri alt í verðini drýggja upplivingina í Hoydølum. Tað man vera tekin um, at hava verða rivin við í hesi løtu, sending og framførslu, og nomið við nakað guddómligt, sum bleiv elskað fram í rúminum, forloyst, og sent út til okkara.

So nógvir konstruktiónstankar um at ríva niður og byggja nýtt hava verið í umfari á hesum stað, at eg má í ensku orðabókina at sláa upp eitt ítøkiliga byggjandi orð fyri pillar, sum í berandi samleika, og finni súlu, stólpa og steyra.

Tað er tað, henda onnur sending í røðini úr Hoydølum varð. Ein súla, stólpi og steyri í konstruktiónini av tí heimliga miðlatilboðnum, sum bara er okkara, tá vit tendra fyri Kringvarpinum. Og tað er ikki nothing. Takk fyri tað.

Varisliga fyriboðanin um plátuskaldið í triðju sending var í føroyskum búnað, og Emma nevndi avbjóðingina at raka hægstu tónarnar. Kanska er tað ein kvinna. Hetta er spennandi sum ein krimirøð beint her hjá okkum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Søk inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbú…
Næmingar fáa løn undir útbúgving
Búnaðarstevnan í Varpinum leygar­dagin
Løgmaður á trygdar­ráð­stevnu í Týsklandi
Stuðlar tú Norð­lýsi­num, stuðlar tú Norðo…
Mjølnir vann 3-1 á skjótt fyrrver­andi fø…
Tilflytingin økist, tí vinnan ikki skapa…
Lýsing