Lýsing
Lýsing
Ferðavinnuráðstevna í Varpinum
Tann 19. februar bjóðar Visit North øllum innan føroysku ferðavinnuna til áhugaverda Ferðavinnuráðstevnu í Varpinum
Hendan dagin fara tey, sum hava eitthvørt forkunnugt at bjóða ferðafólki - útlendingum, eins væl og føroyingum - at greiða frá nøkrum av tí, sum ber til at uppliva í Norðoyggjum. Hetta verið seg fjalla- og bátatúrar, bóndagarðsvitjanir, matupplivingar og upplivingar annars.
Dagurin er ókeypis og øll innan ferðavinnuna eru vælkomin.
Tit tekna tykkum til dagin við at senda ein teldupost á info@klaksvik.fo.
Freistin at tekna seg til er týsdagin tann 17. februar klokkan 16.
Seinastu tíðindini
