Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alment tiltak um skiljing av ull

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.02.2026 - 09:00 Mentan Tíðindi

Hósdagin 12. februar kl. 13.00 til 17.00 á Búnaðarstovuni í Kollafirði

 

Búnaðarstovan er partur av verkætlan um gagnnýtslu av ull av uppruna seyði í Norðurlondum. Tað er Nordgen, sum leiðir verkætlanina við luttøku úr Noregi, Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Føroyum. Meir kann lesast um verkætlanina her.

Verkætlanarbólkurin vitjar í Føroyum í hesum døgum. Í tí sambandi verður alment tiltak á Búnaðarstovuni í Kollafirði seinnapartin hósdagin 12. februrar 2026. Tiltakið er frá kl. 13.00 til 17.00 við hesum innihaldi:

Stakeholder spotlight - bring, show and share!

  • Hands-on wool evaluation led by Satu Kumpulainen, Ingvild Espelien and Joana V. Bjarnastein.
  • Basic facts and background for hands-on wool evaluation, Siv Heia Uldal (Head of Norwegian Wool Advising Office, Animalia Norway)
  • Comparison of existing grading systems (Norwegian and swedish) with demonstrations.
  • Sorting of local wool - a hands-on activity with practical guidance and activ exchange of knowledge among participants, special focus on Faroese wool.
  • Coffee break is incorporated in the session.
  • Kl. 16.30 til 17.00
  • Guidance and collection of representative wool samples - discussion and demonstration of best practice (led by Ingvild Espelien)
  • Closing remarks - the day's insights and reflections, and a look ahead at future opportunities within NordWool network (Anne Kettunen, Nordgen)
  • Allar tær, sum leggja fram, arbeiða nógv við ull í sínum londum. Tær greiða frá, hvussu skilt verða í Noregi og Svøríki, sum hava greiðar reglur fyri, hvussu ullin skal skiljast. Satu og Joana greiða frá um skiljing í Finnlandi og Føroyum, har slíkar reglur ikki eru gjørdir enn. Framløgurnar eru á enskum.

Tað mesta av tíðini verður brúkt til hands-on partin, har luttakararnir fáa møguleika at koma nærri ullini, síggja ull, sum ikki er flokkað, hoyra hvørjum hugt verður eftir, tá skilt verður, hyggja í sjóneyku eftir ullini, og hoyra Satu greiða frá, hvussu hon spinnir við handsnældu, fyri at kanna góðskuna av ullini, áðrenn hon spinnir hana á spinnarínum í Finnlandi.

Luttakararnir verður býttir í bólkar, har nøkur eru um skiljiborðið, meðan onnur drekka kaffi og hyggja eftir framsýningini, sum er sett upp til høvi. Nordgen hevur tilfar við um ymsu norðurlendsku seyðasløgini, meðan luttakararnir úr hinum londunum hava vøru við at sýna fram, somuleiðis sum føroysku framleiðararnir hava vørur við at sýna fram, høvi verður eisini at keypa onkrar vørur.

Ingvild Espelien, eigur og rekur Selbu spinnarí í Noregi. Hon gjørdi í 2016 eina royndarspinning fyri Búnaðarstovuna av fyrstu ullini, sum kom inn í ullamóttøkuna á Búnaðarstovuni. Frágreiðingin kann lesast her. Satu Kumpulainen er í nevndini í EWA, hon skipaði fyri fyrstu evropeisku kappingini um bestu ullini síðsta summar á spinnarínum í Finnlandi.

Verið væl komin á Búnaðarstovuna hósdagin 12. februar 2026 frá kl. 13.00 til kl. 17.00.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…