Fyrsta heystskeiðið á Rótini liðugt
Heystskeiðið – fyrsta skeiðið við ungdómum úr at kalla øllum Føroyum, er av á Rótini á hesum sinni.
Sum siður hevur verið í mong ár, verður gingin mótasýning við pløggum, næmingarnir hava gjørt á skúlanum.
Temaið hevur seinni árini verið burðardygd – Í fjør endurnyttu tey pløgg frá Bláakrossbúðini og í ár eru pløgg, tilfar og klæði frá Reyðakrossbúðini á Dávavirkinum nýtt.
Næmingrnir hava eisini evnað ymsar lutir úr endurnýtslutifari, so sum taskur o.a.
Til hesa sýningarnar plaga ofta at koma rættiliga nógv fólk. Tó at Rótin er stór og rúmlig, so var í dag valt at hava tvær sýningar – Eina kl. 17 og eina kl. 19.
Tað var skilagott val, tí báðar framsýningarnar vóru fullsettar av foreldrum og vinfólki hjá fittu og kreativu næmingunum.
Nú móti sumri verða fleiri ymisk skeið á rótini, sum kunnu síggjast á heimasíðu skúlans, áðrenn eitt nýtt heystskeið byrjar aftur út á heystið.