Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vitan um Føroyabanka løgd fram

SKRIVAÐ: Havstovan  |  09.02.2026 - 16:22 Tíðindaskriv Vinna

Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini.

 

Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har framløgur vóru um lívfrøðilig og havfrøðilig viðurskifti kring Føroyabanka.
Granskarar á Havstovuni og Fróðskaparsetrinum løgdu fram um fiskiríkidømi, fiskiskap og havumhvørvi, og Silas Olufsson vísti sjófuglamangi á bankanum.

Harumframt var kjak, har Anfinn Olsen, reiðari á línuskipi, Heri Vang, útróðrarmaður, Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur, og Ian Salter, havevnafrøðingur, luttóku. Kjakið snúi seg um, hvussu Føroyabanki best kann umsitast soleiðis, at sum mest fæst burtur úr tilfeinginum.

Útgangsstøðið fyri tiltakinum er ein verkætlan hjá Havstovuni, sum hevur til endamáls at kanna: Hvat vita vit um Føroyabanka, og hvat vita vit ikki.

Verkætlanin er við at verða liðug, og tiltakið hósdagin var ein liður í at fáa íkast frá teimum sum fiska, virka og selja rávøru fiskað á bankanum.

Hetta íkast verður eisini tikið við í einum riti, sum skal gevast út, tá verkætlanin er liðug.

Framløgurnar frá tiltakinum, kunnu síggjast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025