Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kalsoyartunnilin fer niður norðanfyri ferjuleguna á Syðradali, og upp í Klakkinum.

Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár

SKRIVAÐ: Bjørn. Kalsø  |  11.02.2026 - 14:00 Lesarabrøv Politikkur

Um tikið verður rívan til, kostar Kalsoyartunnil 600 mió. Tunnilin fer niður norðanfyri ferjuleguna á Syðradali, og upp í Klakkinum. Tunnilin er 3,7 km.

 

 

Helvtin - 300 mió verða fíggjaðar á Løgtingsfíggjarlógini (LFL). Hin helvtin við láni, 3 % rentu og afturgjaldstíð á 20 ár. Tá skulu 20 mió gjaldast í rentum og avdráttum árliga, til tunnilin er afturgoldin.

Árligi rakstrarkostnaðurin er 3,75 mió. Útreiðslurnar til lán, rentur og rakstur verða 23,75 mió um árið tilsamans.

Siga vit, at 250 bilar koyra um samdøgri, og meðalkostnaður fyri túrin 70 kr., verða árligu inntøkurnar 6,4 mió.

Nettoútreiðslurnar verða 17,35 mió um árið.

Á LFL í ár eru játtaðar 4,1 mió til ferjulegur og 56,5 mió til kalsoyarferju (LFL s. 102 og 107).

Verður ferjuætlanin slept, kunnu 59,6 mió setast í Kalsoyartunnilin í ár.

Tá resta 240,4 mió í á LFL.

Játtaðar eru 76 mió í 2027, og 62 mió í 2028 til kalsoyarferju (LFL s. 108). Hesar verða fluttar í tunnilin. Írestandi upphæddin verður fíggjað frá 2029 til 2031. Sí talvu niðanfyri:

 

Játtan á LFL komandi 6 árini.
 

 

Við slíkari ætlan, verður koyrandi í Kalsoynna um 8 ár.

Til samanberingar varð Norðoyatunnilin fíggjaður við 60 % á LFL, og  40 % við láni. Verður sami myndil nýttur, verða 240 mió at fíggja við láni heldur enn 300. Tá vera árligu nettoútreiðslurnar 13,45 mió.

Óðansæð myndil, er tunnil væl bíligari enn ferja í longdini, serliga tí at ferjan er nógv dýrari í rakstri.

Í nyttuvirði ber ikki til at samanbera tunnil og ferju. Tey eru, sum dagur og nátt.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund