Torradagar alla næstu viku
Torradagar eru ikki bert ein mentanarligur festivalur við tónleiki, røðum og samveru. Torradagar eru eitt livandi minni um útróðurin – tað arbeiðið, sum hevur haft so stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Í eini tíð, har nógv av okkara gerandisdegi er fjart frá havi og útróðrabátum, minna Torradagar okkum á, hvar vit koma frá, og hvat hevur borið okkum fram
Útróður var lívsæðrin í Føroyum áðrenn vælferðarsamfelagið tók dik á seg. Útróðurin tryggjaði føði, handil og samband við umheimin. Menn fóru á sjógv í smáum bátum, ofta undir sera vandamiklum umstøðum, fyri at fáa fisk upp á land. Hesin fiskur varð ikki bara nýttur til egið húsarhald, men eisini seldur ella býttur, og hann var sostatt grundarlagið undir einum sjálvbjargnum samfelagi.
Torradagar taka støði í hesi søgu. Orðið „torradagur“ sipar til teir dagar, tá veðrið var so gott, at menn kundu fara út til útróðrar – eisini mitt um veturin. Hesir dagar vóru avgerandi. Ein góður torradagur kundi merkja munin millum lív ella deyð. Tí hevði útróðurin ikki bara búskaparligan týdning, men eisini ein sosialan og mentanarligan. Øll í bygdini vóru tengd at útróðrinum: menninir á sjónum, kvinnurnar á landi, sum turkaðu fisk, bøttu klæði og hildu húsini gangandi, og børnini, sum tíðliga lærdu, hvat arbeiði og ábyrgd vóru.
Í dag er føroyska fiskivinnan nógv broytt. Stór skip, tøknilig útgerð og altjóða marknaðir hava tikið yvir, og útróðurin í sínum gamla líki er ikki longur grundarlagið undir búskapinum. Men mentanarliga hevur hann framvegis stóran týdning. Hann er ein partur av okkara samleika. Torradagar geva okkum høvi til at steðga á og minnast hetta – ikki av nostalgi einsamallari, men fyri at skilja, hvussu nógv av okkara virðum eru sprottin úr hesum lívshátti: arbeiðssemi, samhaldsfesti og virðing fyri náttúruni.
Torradagar eru eisini eitt mótspæl til eina skjóta og alt meira globaliseraða tíð. Teir minna okkum á tað staðbundna, á felagsskapin og á sambandið millum menniskja og náttúru. Tá vit savnast til Torradagar, savnast vit ikki bara fyri at hátíðarhalda fortíðina, men eisini fyri at seta spurningar um framtíðina: Hvussu varðveita vit okkara mentan í eini tíð við stórum broytingum? Hvussu tryggja vit, at næsta ættarliðið skilur týdningin av havinum og tí arbeiði, sum hevur bygt landið?
Tað er Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvík sum er primus motor handan Torradagarnar. Tað hevur hann verið síðan Torradagarnir vóru fyriskipaðir á fyrsta sinni í 2007. Dávur hevur havt stórar ambitiónir fyri torradagarnar, og eigur hann ein stóran part av æruni fyri, at tiltakið er vorðið so stórt.
Hesaferð kemur danski tíðindamaðurin og rithøvundin, Samuel Rachlin til Klaksvíkar leygardagin 21. februar, har hann hugleiðir um, Heimurin á einum vegamóti. Úr rúgvusmiklu skránni kunnu verða nevnd, Søgan um Verdandi við Óla Jacobsen, Føstulávintsmánakvøld skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri hugnakvøldið í Skálanum við felagssangi og stuttum frásøgnum. Noel Joensen og Jónleif Johannesen spæla undir til sangin. Eisini verður farið uppá gólv við løttum kvæðum og vísur.
Og haldið nú ondini, tí niðanfyri kemur ein perlurekkja av tiltøkum...
Silas og Fuglarnir, Barnaár í Svínoy við Ásmundi Olsen, Hitin á landgrunninum við Boga Hansen, Torrakafé í Betesda, har Ásmund Olsen greiðir frá sjólívi sínum, Søgan um sildina við Boga Simonsen, SkipaQuiss við Heri Signar Nolsøe, Gakk og renn - Treysti, Heilsukafé í TSK, Opið hús í TSK, Stóra fiskaborðið í TSK, Stóra fiskaborðið, sum Gloria skipar fyri í Skálanum mikudagin og so mangt annað.
Vit á Norðlýsinum hava eisini spent okkum út. Torradagarnir seta serligan dám á blaðið. Har ber til at síggja skránna og eisini lesa nógvar greinastubbar um áhugaverdu tiltøkini, ið millum onnur eru nevnd omanfyri.
Alt í alt er lagt upp til eina stak spennandi torraviku, og við hesum skulu øll verða ynskt hjartaliga vælkomin á torradagar 16. – 21. februar.