Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin av trolaranum Tindhómi er úr savni Karmal Olsens.

Tindhólmur VA 115

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  14.02.2026 - 11:15 Mentan Vinna

Jegvan Elias Thomsen, keypmaður, í Sandavági keypti 11. juni 1953 trolaran Forseta á tvingsilssølu og avhendaði hann stutt eftir til pf. Drang í Sandavági

 

 

Forseti var íslendskur trolari, sum seinastu tíðina hevði siglt út frá Sørvági við føroyskari manning. Sørin Nielsen í Sørvági átti, sum skilst, í bátinum.

Tindhólmur, ið hann síðani nevndist, var smíðaður í 1928 í Tønsberg í Noregi, var 400 tons brutto og hevði 530 hesta guvumaskinu.

Á heysti 1956 fór Tindhólmur til Harstad í Norðurnoregi til umbyggingar. Í hesum sambandi varð kolfýringin skift út við oljukynding. Tindhólmur varð eftir hetta máldur til 441 tons brutto, og maskinorkan uppgivin at vera 570 hestar.

26. apríl 1960 keypti pf. Nónfjall í Sørvági Tindhólm úr fútarættinum, eftir at hann um heystið 1959 var farin undir hamaran.

Hjalmar Gásdal, sum hevði ført Forseta í 1952 og 1953, førdi Tindhólm frá 1953 til 1958. Pauli Jacobsen úr Sørvági var síðani skipari á Tindhólmi.

Í 1965 keypti Hans Pauli Johannesen, stjóri, í Havn trolaran í Føroya fútarætti og seldi hann til eitt felag í Dunston on Tyne í Bretlandi til upphøggingar. Tindhólmur varð strikaður úr skipaskránni 4. desember 1965.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ spælir í Sørvági sunnudagin
Tindhólmur VA 115
Búnaðarstevnan sett
Føroyskar sagnir á enskum ganga sum heit…
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Lýsing