Lýsing
Lýsing
Starvsfelagið: Fimm valevni til nevndina
Uppstillingin til nevndarvalið í Starvsfelagnum er nú liðug. Tveir limir í nevndini standa fyri vali, og tað eru Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Borgný Mohr.
Hesi fimm hava boðað frá, at tey stilla upp til nevndarval:
- Ann Sigurdsdóttir Poulsen, sum starvast hjá Føroya Tele
- Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, sum starvast hjá Umhvørvisstovuni
- Bjørg Jacobsen, sum starvast hjá Taks
- Borgný Mohr, sum starvast hjá Almannaverkinum
- Tanya E. Joensen, sum starvast hjá Runavíkar kommunu
Skipað verður fyri talgildum undanvali, og eisini verður møguligt at velja við brævatkvøðu. Undanvalið byrjar 15. februar. Nærri kunning um hetta kemur seinni.
Aðalfundur felagsins verður í Smæruni leygardagin 7. mars klokkan 14. Tiltakslimir til nevndina verða valdir á aðalfundinum.
Seinastu tíðindini