Lýsing
Lýsing
Lýsing

EM 2026: Ætlar tú til Malmø?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.01.2026 - 18:29 Ítrottur Tíðindi

Enn er einki avgjørt í bólki D, sum Føroyar eru í, í innleiðandi umfarinum í EM-endaspælinum í hondbólti. Men frálíku úrslitini higartil gera, at Atlantic Airways fær nógvar fyrispurningar um bæði ferðir til Keypmannahavnar og eisini um at broyta heimferðir úr Oslo.

 

Vit eru sjálvsagt framvegis í eini bíðistøðu, og einki er greitt fyrr enn eftir dystin ímóti Slovenia týskvøldið. Men arbeitt verður við málinum, og skuldu Føroyar spælt seg víðari í millumumfarið, eru fleiri ymsir møguleikar. Dystirnir í millumumfarinum eru 23., 25., 27. og 28. januar.

Skalt tú úr Føroyum til Malmø? Verður tørvur á tí, verða eyka flogfør sett inn millum Føroyar og Keypmannahavn og aftur, og tú kanst keypa tína ferð sum vant á heimasíðu okkara, kundatænastuni og hjá ferðaskrivstovum.

Hevur tú ferðaseðil til Føroyar úr Oslo, men ætlar tær víðari til Malmø? So bjóða vit at broyta ferðina soleiðis, at tú flýgur aftur til Føroya úr Keypamannahavn. Broytingin kostar uml. 750 kr. Hetta gjaldið er galdandi, um tú hevur keypt ferðaseðilin beinleiðis frá Atlantic Airways og sjálv/ur broytir hann á heimasíðu okkara. Tørvar tær hjálp, hjálpa vit sjálvandi fegin, tó verður eitt eyka avgreiðslugjald tá lagt afturat.

GG: Tú mást sjálv/ur skipa fyri ferðini millum Oslo og Keypmannahavn, har nógvar flogferðir eru hvønn dag við fleiri ymsum flogfeløgum.

Ert tú í Oslo og ætlar tær heim til Føroyar, sum ætlað? Vit flúgva sum upprunaliga ætlað, tó kann verða, at onkrar flogferðir verða lagdar saman, alt eftir hvussu nógv fólk ætla sær úr Oslo til Malmø.

Hevur tú keypt ferðina frá eini ferðaskrivstovu? Vinaliga vend tær til ferðaskrivstovuna fyri at hoyra nærri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika