Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Vágamenn vunnu í gjár toppdystin móti føroyameistarunum úr Havnar Telvingarfelag 3 - 1. Hóast kappingin bara er hálvrunnin, kann sigurin fara at gerast heilt avgerandi, tí toppliðini missa so lítið í øðrum dystum, at innanhýsis dystirnir millum Sandavág og Havnina fáa tí næstan støðu sum smærri finalur.
Dystirnir í fimta umfari í landskappingini í talvi vórðu avgreiddir í stórum felagsumfari í Vestmanna sunnudagin.
Tað plagar viðhvørt at vera sagt, at tað er mangur leikur í longum talvi. Tað mátti sannast um oddadystin í gjár. Á øllum borðum totaðust teir væl og leingi. Á ovaru borðunum vóru talvini um hundrað leikir til longdar í miðal, á aftaru borðunum heldur styttri, hitt stytsta lá um hálvthundrað leikir. Ein leikur er, tá báðir partar hava flutt eina ferð.
Á Sandavágsliðnum vóru báðir Egilstoft-brøðurnir við, sum væntandi var. Silas Eyðsteinsson var tó ikki tøkur, mestur lá fótbólturin í buktini. Veteranurin Torkil Nielsen loysti av og gekk undan sum gott fyridømi fyri sínar synir og bróðirsonin á triðja borði.
Fleiri mundu hava væntað, at Helgi Dam Ziska fór at telva sín fyrsta dyst á havnarliðnum í vetur í hesum týðandi fimta umfari, men so var ikki. Líkt er til, at Helgi ikki ætlar at telva við í vetur. Tá eru møguleikarnir hjá Havnar Telvingarfelag at endurvinna FM-heitið nógv versnaðir í kappingini við sterku manningina hjá Sandavágs Talvfelag.
Um hinar deildirnar kann stutt sigast, at spenningur er í oddastríðnum, serliga í 2. deild og 3. deild. Kollafirðingar liggja til uppflyting í 1. deild, og vestmenningar standa í løtuni til uppflyting í 2. deild, men enn eru ikki allar súður syftar, minni enn so.
Í 4. deild stendur á hjá summum at manna lið, tað kemur tí ofta fyri, at ungar, gávaðar manningar ongan dyst fáa, tí feløgini eru ikki ment at manna liðini, sum tey sjálvi hava meldað til kappingina.
1. deild - 5. umfar (18. januar)
Havnin (A) - Sandavágur (A) 1 - 3
Luitjen Akselsson Apol - Rógvi Egilstoft ½ - ½
Martin Poulsen - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Carl Eli Samuelsen - Jón í Horni Nielsen 0 - 1
Sjúrður Thorsteinsson - Torkil Nielsen ½ - ½
Havnin (B) - Klaksvík (A) 1 - 3
Elias Petersen - Ólavur Simonsen 0 - 1
Herluf Hansen - Heðin Gregersen ½ - ½
Petur G. Magnussen - Steintór Rasmussen ½ - ½
Flóvin M. Tummasarson - Terji Petersen 0 - 1
Klaksvík (B) - Sandavágur (B) 2 - 2
Haldur S. Johansen - Bernhard Augustinussen ½ - ½
Wille Olsen - Jón Atlason ½ - ½
Ingolf Gaard - Ingi Wiberg 0 - 1
Rani Nolsøe - Jónfinn Thomsen 1 - 0
Støðan í 1. deild
Sandavágur (A) 15 stig
Havnin (A) 12½ stig
Klaksvík (A) 9½ stig
Havnin (B) 9½ stig
Sandavágur B 7½ stig
Klaksvík (B) 6 stig
2. deild - 5. umfar
Klaksvík - Kollafjørður 1½ -2½
Einar Gregersen - Hans Kristian Simonsen 0 - 1
Rógvi H. Olsen - Árant Djurhuus 1 - 0
Rókur Davidsen - Rógvi Mørkøre ½ - ½
Símun Skorastein - Markus Jacoben 0 - 1
Toftir - Havnin (A) 2 - 2
Andrias Danielsen - Heiðrikur Jacobsen 0 - 1
Jens Chr. Hansen - Sigurð B. Justinussen ½ - ½
Jógvan I. Hansen - Øssur Joensen ½ - ½
Jón Magnus Joensen - Óli Joensen 1 - 0
Rókur - Havnin (B) 1 - 3
Martin Brekká - Lisa Xin 1 - 0
Brandur Ellingsgaard - Brestir Samuelsen 0 - 1
Jan Slættalíð - Eyðun L. Staksberg 0 - 1
Sigmundur Mørkøre - Herbert Holm Johannesen 0 - 1
Støðan
Kollafjørður 12 stig
Havnin (B) 11½ stig
Klaksvík 11½ stig
Toftir 11
Havnin (A) 7½ stig
Rókur 6½ stig
3. deild - 5. umfar
Vestmanna - Sandavágur 2½ - 1½
John Jacobsen - Hans Kári Hansen ½ - ½
Jón Mikkelsen - Hjalti Petersen ½ - ½
Hanus Ingi Hansen - Jamil Emil Jakobsen 1 - 0
Johan Vørmadal - Jamil Oskar Jakobsen ½ - ½
Gøta - Kollafjørður 2½ - 1½
Reinhold Isaksen - Bernhard Thomsen 0 - 1
Petur Páll Mikkelsen - Karl M. Dahl 1 - 0
Jákup F. Joensen - Hanus Joensen ½ - ½
Hardi Hansen - Jóannis Petersen 1 - 0
Kongshavn - Klaksvík 3 - 1
Brandur Højgaard - Hanus á Lógv (y) 0 - 1
Eyðun Lamhauge - Bogi á Kósini 1 - 0
Rúni Jacobsen - Mannbjørn Anthoniussen 1 - 0
Mainhard Danielsen - Leif Anderssen 1 - 0
Støðan
Vestmanna 13 stig
Kollafjørður 12½
Sandavágur 10½
Kongshavn 10
Gøta 8½
Klaksvík 5½
4. deild (A) - 5. umfar
Gøta - Havnin ½ - 3½
Andrias Gøthe - Kaj Olsen 0 - 1
Jørgin Evald Solmunde - Finn Larsen ½ - ½
Jákup í Garði Heinesen - Ronny í Lon 0 - 1
Aron Mortanson - Bjørgvin Lenvig 0 - 1
Rókur - Sandavágur 1½ - 2½
David Lützen - Súni í Horni Nielsen ½ - ½
Hákun Lützen - Jóanes Ortind 0 - 1
Jónas Lützen - Gutti Petersen 1 - 0
Annika Lützen - Jógvan S. Hattarstein 0 - 1
Strendur - Toftir 0 - 4
Sigurð Joensen 0 - 1
Harry Jacobsen 0 - 1
Andras Magnussen
Mortan Hansen
Støðan
Havnin 14½
Sandavágur 11½
Rókur 11
Toftir 10
Gøta 7½
Strendur 5½
4. deild (B) - 5. umfar
Sandavágur - Kollafjørður 3½ - ½
Hans Dánjal Joensen - Albin Kristiansen ½ - ½
Allan Nielsen - Nigro Hermansen 1 - 0
Sigvaldur Bláberg - Hendrik Hansen 1 - 0
Sámal á Vágalið - Josef Dam 1 - 0
Kongshavn - Suðuroy 0 - 4
Alvin Joensen 0 - 1
Fríði S. Olsen 0 - 1
Ingi Ellingsgaard 0 - 1
Jóhann Rói Mortensen 0 - 1
Rókur - Havnin 0 - 4
Djóni Jakobsen 0 - 1
Baldur B. Jørgensen 0 - 1
Andrew M. Xin 0 - 1
Sámal I. Nesá 0 - 1
Støðan
Sandavágur 15 stig
Havnin 15 stig
Suðuroy 14½
Rókur 9½
Kongshavn 4½
Kollafjørður 1½
Telvað verður aftur í liðkappingini 25. januar. Dystirnir í tíggjunda og seinasta umfari vera 26. mars.