Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað seinasta, samgongan hevði brúk fyri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.01.2026 - 08:19 Leiðarin Mentan Politikkur

Løgtingsval nærkast, og skútan er ikki vend. Borgarligu flokkarnir fara at vinna valið stórt sambært øllum veljarakanningum. Spurningurin er bara, hvussu stórur sigurin verður. Og at kjakið um islam í Føroyum er blussað upp, var tað seinasta, sitandi samgonga hevur tørv á.

 

 

Úti í Europa ganga høgraflokkarnir eisini sigursgongd. Eftir nøkur áratíggju við sekularisering eru fólk farin at venda sær aftur til traditionell virði, herundir kristindóm. Í Føroyum hava vit enn bara havt ”sekularisering light”, har mál sum §266b, samkynd gifta, sammøður og fosturtøka eru samtykt, men tað hevur altíð verið við einum marginalum meiriluta og stórari fólksligari mótstøðu hvørja ferð.

Í miðlunum eru fleiri borgarar og onkur politikari farnir at røra uppá seg, eftir at tað frættist, at ætlanin er at gera ein muslimskan depil – summi siga enntá eina moské, men tað er óváttað – í Føroyum. Bárður á Lakjuni í Fólkaflokkinum skrivar í Norðlýsinum, at hetta endurspeglar støðuna í Danmark í 1960’unum, tá fyrsta moskéin varð bygd í Hvidovre.

Hann vísir á, at talan er um eina glíðibreyt, og at har eru (óoffisiellir?) Sharia-dómstólar í Danmark í dag sambært Mette Frederiksen. Eisini vanligir borgarar skriva lesarabrøv um tað sama, summi teirra við ógvisligum retorikki. Felags er, at allir mæla til at venda aftur til traditionellan kristindóm.

 

Paradoksið

Í grundini er tað undarligt, at sekulariseringin skal hava opnað vegin fyri islam í Norðureuropa. Sekularisering snýr seg um at sleppa átrúnaði og átrúnaðarligum virðum og reka samfeløg verðsliga, t.e. uttan religiøsa ella spirituella (andaliga) uppíblanding. Og tað vóru eisini sekulér motiv handan uppskotini um §266b, samkynda giftu, sammøður og fosturtøku – vinstravendu meirilutarnir vildu ikki lata átrúnaðin definera hesi tingini.

Her er vert at leggja til merkis, at tað í ongum føri hava verið vinstrastjórnir, t.v.s. Landsstýrir, sum hava skotið hesi tingini upp og fingið tey samtykt. Tað hava altíð verið meinig tingfólk, ið hava virkað í sjálvdrátti, leys av bæði Landsstýrinum og forfólkunum í sínum flokkum, ið hava fingið málini samtykt. Í realitetinum hava Føroyar sostatt ongantíð havt eitt sekulariserað Landsstýri. Tann sekulariseringin, sum hóast alt er farin fram í føroyskum politikki, er farin fram í Løgtinginum. 

Og hetta fortelur, at sekulariseringin ongantíð er sligin reiðiliga ígjøgnum í Føroyum, sum hon hevur í øðrum londum í Europa. Føroyar eru framvegis konservativar.

 

Spurningurin um Islam kann styrkja andstøðuna enn meira

Tí er tað partvís av órøttum, um sitandi samgonga missir til andstøðuna vegna tess, at breiði befólkningurin vendir sær til kristin virðir. Og nú kjakið um muslimskan depil er blussað upp í seinasta valárinum, er tað allarhelst bara seinasti líkkistu-seymurin í kistuna hjá sitandi stjórn. Ikki tí at samgongan sjálv hevur bjóðað islami vælkomnum, men tí at flestu tingfólkini í henni hava markerað eitt ynski um flyta seg burtur frá siðbundnum, kristnum virðum.

Komandi løgtingsval kann tí vísa seg at hava við sær, at sekulariseringin í Føroyum fær banahøggið, longu áðrenn hon reiðiliga er byrjað. Í Norðoyggjum og Eysturoynni er støðan greið frammanundan og hevur at kallað altíð verið tað. Øll tey 10 tingfólkini í Norðoyggjum og Eysturoy atkvøddu til dømis ímóti at liberalisera fosturtøkulógina. Men samstundis vóru 10 av 11 tingfólkum í Suðurstreymoy fyri. Tað hevði neyvan verið úrslitið, um ein líknandi atkvøðugreiðsla um muslimskan depil hevði verið fyri á tingi.

Tí fær kjakið um muslimskan depil luft undir veingirnar, so skulu vit rokna við, at tað verða konservativar, kristnar politikarar, fólk venda sær til, um tey eru ímóti einum muslimskum depli. Ikki teir sekuléru politikararnar. Hetta hevur at gera við, at úti í Europa hava teir sekuléru politikararnir fyrihildið seg passivt yvirfyri islam, eins og Bárður á Lakjuni vísir á. Og tí er hugsandi, at føroyingar, eisini í miðstaðarøkinum, fara at snara til konservativa vongin í føroyskum politikki.

 

Tendensirnir eru longu har

Í seinastu veljarakanningini, sum Kringvarpið almannakunngjørdi beint áðrenn jól sæst, at eisini í Tórshavnar Kommunu gongur Fólkaflokkurin nógv fram. Heili 9%-stig upp til 21%. Kanningin varð gjørd beint eftir, at tíðindini bórust um ein muslimskan depil.

Tey, ið eru fyri einum muslimskum depli, hava ikki reiðiliga nakran flokk, tey kunnu venda sær til. Samgonguflokkarnir, Tjóðveldi undantikið, eru í tvíningum um etisk mál, og tað er Sambandsflokkurin eisini. Her kann tað vísa seg at vera ein fyrimunur fyri Fólkaflokkin og Miðflokkin, at teir standa saman sum ein maður (m/k), tá tað kemur til etisk og kristin virðir.

Harvið kann eitt mál, sum samgonguflokkarnir als ikki hava sett á skrá sjálvir, kortini gera, at teir bløða uppaftur fleiri veljarar til Fólkaflokkin og Miðflokkin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ
21 vilja verða stjóri á KG
KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld
At verja Føroyar móti islamismuni er ein…
Nýggi ungdóms­venja­rin hjá B68 komin
Pól Thorsteinsson nýggjur hjálparvenjari…
Skoyta til kl. 20 í kvøld
Danir vaknaðir við kaldan dreym
Møguliga fleiri innrásir í væntu
Móttøka fyri nýggja stjóranum í Heilsust…
Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava f…
Tøk grund­stykkir