Lýsing
Lýsing
Lýsing
"Alle på gaden for et frit Palæstina”-átakið gongur mótmælisgongu í Keypmannahavn í oktober í fjør (savnsmynd) | Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix

Túsundtals danir stuðla undirskriftainnsavning ímóti DR

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.01.2026 - 16:32 Mentan Tíðindi

Krøvini um eina óhefta kanning av DR vaksa, eftir at næstan 3.000 hava skrivað undir eina innsavnan, sum ákærir public service-stovnin fyri "óbalanseraðan Miðeysturdekning".

Næstan 3.000 danir hava seinastu vikuna skrivað undir eina undirskriftainnsavning, sum krevur eina kanning av DR. Tað sigur Bent Blüdnikov, ið ein av teimum, sum hevur tikið stig til átakið, og sum er fyrrverandi kjakredaktørur á Berlingske.

Ítøkiliga heitir bólkurin aftanfyri átakið borgerbrev.dk á donsku stjórnina um at seta í gongd eina óhefta kommissión at gera eina kanning av dekninginum hjá DR av stríðnum í Miðeystri. Stigtakararnir halda seg kunna prógva, at dekningurin hevur verið ”demoniserandi”.


Um undirskriftainnsavningina

Stigtakararnir til borgerbrev.dk eru Bent Blüdnikov, journalistur og søgufrøðingur, redaktørurin Dan Harder, fyrrverandi DR-journalisturin Jannich Kofoed, umframt filmsdokumentaristurin Simon de Tusch-Lec.

Bólkurin aftan fyri átakið hevur funnið 50 ítøkilig dømi um tað, tey halda vera problematiskt í dekninginum av krígnum. Dømini spenna víða: Nøkur snúgva seg um, hvørt tað er rætt juridiskt at lýsa hersetingina av Vestara Áarbakka sum ólógliga. Onnur seta fokus á faktuellar villur, so sum ein upplysning um, at 80 prosent av heimsins hungursraktu eru í Gaza.

Niels Kvale, redaktørur á DR, svarar í Kristeligt Dagblad undirskriftainnsavningini, at tey sjálvandi hava gjørt onkur mistøk, og tey verða rættað. Men at tey gera sær altíð ómak fyri at tryggja ein ”neutralan, ópolitiskan og sakligan dekning”.

Undirskriftainnsavningin kemur í kjalarvørrinum av, at danski mentamálaráðharrin november segði, at hann vil hava DR kannað fyri politiska slagsíðu. Hetta skal eftir ætlan henda í sambandi við komandi miðlasemjuna, har pengar skulu setast av til eina kanning av hesum.


Kelda og víðari lesnaður: Berlingske

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Almennur valfundur í Varpinum
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Nevndarval í Herluf’s Kafé
Strangari útlendinga­lóg er eisini trygda…
Sambands­flokku­rin við drúgvari valskrá
Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi…
Eysturlund snýr seg um meira enn Havsbrú…