Ávegis, men í skeiva ætt
Føroyar eru ávegis inn í eina fíggjarliga framtíð, sum kann fáa avgerandi avleiðingar fyri vælferðina hjá komandi ættarliðum. Fakfólk rópa varskó, men politiska skipanin heldur fram sum einki er hent. Sjálvstýri metir, at kósin má broytast beinanvegin, og fer tí í næstum at leggja fram ein framtíðarpolitikk, sum tryggjar haldførið, styrkir vælferðina og verjir familjurnar.
Eru vit ávegis? Jú, víst eru vit ávegis – tað eru øll. Tíðin førir okkum fram móti ókomnum døgum og broytir teir farnu frá nútíð til søgu. Daganir sum eru farnir, kunnu vit hyggja aftur á, meðan ókomnu dagarnir koma við einum 24-tíma intervalli. Føroyska samfelagið er eisini ávegis, og tað er okkara ábyrgd at føra tað fram í ókomnu dagarnar.
Hvar er føroyska samfelagið á veg til?
Tað skal undra meg, um tað ikki eru fleiri enn eg og sjálvstýrisfólk, sum eru stúrin um gongdina og síggja fyri okkum, at vit eru ávegis til umstøður, sum ikki hóva okkum.
Hetta serliga av tí sannroynd, at verandi politikkarar ikki lurta eftir ráðgevingini hjá fagkunnleikanum innan fíggjarliga heimin.
Álvarsligu ávaringar verða ikki tiknar í álvara
Vit hava ikki megnað at fáa javnvág ella yvirskot á fíggjarlógini í einum av teimum størstu hákonjunkturunum nakrantíð. Vit hava eitt manglandi fíggjarligt haldføri, sum kemur at viðføra, at vit koma at mangla tíggjutals milliardir í búskapi okkara uppá eini 30–40 ár.
Búskaparfrøðingar, Búskaparráðið og stjórin í Landsbankanum rópa varskó, uttan at nakar politikari somikið sum blunkar við øðrum eyganum.
Hvat er ætlanin hjá samgonguni?
Samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár ella við øðrum orðum: Tey eldru skulu tryggja vælferðina hjá teimum ungu. Harafturat skal hækkaði pensjónsaldurin eisini tryggja, at vit kunnu gera stórar íløgur í landsins infrakervi.
Helst eru tað eisini inntøkurnar frá einum hækkaðum pensjónsaldri, ið skulu fíggja nakrar MVG-frítøkur.
Barnafamiljurnar fáa harraboð
Trongdu barnafamiljurnar fáa at vita: Tit skulu eta grønt!
Somikið veit eg, at eru barnafamiljurnar fíggjarliga trýstar, so fer ikki mesta tíð til innkeyp við diskanar við grønmetisvørum. Tað er eisini óunniligt, at tað verður politiskt dikterað, hvat trongdu familjurnar skulu geva børnum sínum at eta.
Lyftini eru ikki innfríað
Lyftini um eina styttri arbeiðsviku eru heldur ikki innfríðað. Og tað kann verða skjótt, at inntøkurnar av hækkaðum pensjónsaldri verða brúktar upp á annað enn at tryggja haldførið í búskapinum.
Hvat vil Sjálvstýri?
Sjálvstýri leggur seg upp at Búskaparráðnum og boðskapinum hjá Landsbankastjóranum. Tey siga greitt: “Tað mugu aðrir bollar á suppuna.”
Gamaní hevur sitandi samgonga sett eina nevnd at gjøgnumganga almenna strukturin við atliti til sparingar. Men tað er als ikki nokk til at steðga gongdini ávegis inn í katastrofalan fíggjarligan gerandisdag.
Sjálvstýri fer nú at leggja fram síni framtíðarsjónarmið
Út frá hesum sannroyndum og avbjóðingum fer Sjálvstýri í nærmastu framtíð at leggja fram sín framtíðarpolitikk. Ein politikk, sum tryggjar búskaparliga haldførið og førir til, at vælferðin í samfelagnum ikki bert umfatar tey vælbjargaðu, men alt fólkið sum her býr.
Sámal Petur í Grund
Formaður
Sjálvstýri