Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Rúna Josephsen

Vikuskráin frá Norðoya Kunningarstovu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2025 - 21:00 Ítrottur Mentan Tíðindi

Tunnilsdagur er leygardagin

 

Fríggjadagin 12. desembur

Kl 22.30 er pub quiz í Roykstovuni

 

Leygardagin 13. desembur

Tunnilsdagur er, so handlarnir hava leingi opið og spíla seg út.

Kl 11 framførir Hornorkestrið á Skúlatrøð í Biskupstorginum.
Kl 11-18 verður pop upp matstova í Spinnarínum. Tað eru bóndahjúnini í Kongsstovu í Haraldsundi, sum selja mat av garðinum – eitt nú ræsta súpan, smurt breyð, súltaðar røtur og hvannir og heimagjørt pesto afturvið. Og omaná er rabarbutrifla, hvíttvíngløgg, heimagjørdar rómakaramellur og havragrýnskúlur. Umframt matstovuna verða søluborð hjá kreativum fólkum og framsýning frá ullarkvøldunum í heyst.
Kl 11-18 eru jólaluksusloppur í Badmintonhøllini. Kom og ger kvettið!
Kl 14-18 er framsýning í Rótini av flott dekkaðum jólaborðum. Leikfólk her norðuri frá vísa sítt fínasta stell og teirra boð uppá tað flottasta jólaborðið. Framsýningin verður eisini opin sunnudagin kl 14-18.
Kl 14-18 er aftur jól í gamla Klakksvíkshandlinum. Besti jólahandilin í landinum. Spennandi og forkunnugar vørur, akkurát sum omma plagdi at hava. Opið er eisini sunnudagin kl 14-18. Møguleiki verður eisini at keypa ein drekkamunn og okkurt at eta í kaféini í Miðstovuni.
Kl 15.30 er jólakonsert við Silvitni í Mikladals kirkju. Øll eru boðin til ein drekkamunn aftaná. Sam siglir úr Klaksvík kl 14, og av Syðradali kl 17.35. Bussur koyrir til báðar túrarnar.
Kl 16-19 er listaframsýning í Gallarínum á Stongunum. Hetta er ein framsýning, har fleiri listakvinnur sýna fram. Opið er kl 16-19 allar dagar fram til jólar.
Kl 21 er kafé quiz í kafé Fríðu

 

Sunnudagin 14. desembur

Kl 14.30 is english speaking service in Betesda in Klaksvík. This is every Sunday. Everybody is welcome.
Kl 16 verður jólatræ í Emmaus fyri børn.
Kl 20 er árliga jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri, sum er í kirkjuni í Klaksvík. Tey ið framføra eru, umframt hornorkestrið, Kórið í Christianskirkjuni, Klaksvíkar Manskór, Kvinnukórið í Emmaus og Sofía Juul Lind syngur saman við Hornorkestrinum.
 
Mánadagin 15. desembur

Kl 10-18 allar gerandisdagar ber til at koma inn á Klaksvíkar Bókasavn læna eina tasku við jólalesnaði, og at klippa jólaprýði. Kl 16.30 – 18 hendan mánadagin verður frálæra í at gera kava- og jólamenn úr toyrestum. Hav gjarna toyrestir við.

 

Týsdagin 16. desembur

Kl 15.30 framføra blokkfloytunæmingar á Biskupstorgi, og kl 16.30 framførir ein rytmubólkur. Øll eru vælkomin at lurta.

 

Mikudagin 17. desembur

Kl 19 verður landskappingarhondbóltsdystur í KÍ høllini. Tað eru Stjørnan og Kyndil sum dystast.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…
Kim Durhuus stillar ikki upp
Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið a…
Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaran…
Badmintonsambandið góð úrslit í Odense
Metgott úrslit hjá Trygd
Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum
Innsavning til kvinnur úr Nigeria
SÍ og Mjølnir kapprenna enn um fyrstaplá…
Greiður sigur til Stjørnuna