Lýsing
Lýsing
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Sum siðvenja er, varð aftur í ár boðið inn til jólahald fyri kundum og samstarvsfelagum hjá KBI
Jólahaldini hjá KBI eru væl dámd og nógv fólk vitjaðu. Kaffi og søtt var at fáa, fólk vóru í góðum lag og fingu nøkur góð prát. Húsaorkestrið spældi hugnaligar jólasangir og onkrar góðar vóru eisini fortaldar.
Tey uppmøttu fingu lutaseðlar í hondina og síðani vóru fleiri vinningar útlutaðir. Mandlugáva var eisini at vinna, tí vælsmakkandi ris-a-la-mande varð eisini servera.
Fleiri nýttu eisini høvi at heilsa uppá Fríða Sigurðsson, sum gjørdist stjóri í KBI fyrr í ár.
Seinastu tíðindini
