Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skemtarar fingu nógv burturúr, tá eitt hol í eini hurð í Vestmanna førdi umval við sær. M.a. var ein "Holtáttur" yrktur. | Mynd: Dimmalætting

Umval hava verið áður – eisini í Oyndarfirði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.12.2025 - 22:13 Politikkur Tíðindi

Umvalið, sum nú verður hildið í Runavíkar Kommunu, er ikki tað fyrsta umvalið í Føroyum. Í 1921 var eisini umval í Norðstreymoy vegna eitt 5 cm breitt kvisthol í hurðini til valhølið. Og í 1997 var umval lýst at vera í Oyndarfirði, tí fólk høvdu havt atgongd til valhølið, meðan ongin var inni.

Í kjakinum um umvalið í Runavíkar Kommunu, ið verður 13. januar, tykjast summi halda, at ákæran um valsvik er av avgerandi týdningi fyri, at umval verður hildið. Hetta er ikki beint; vit hava havt í minsta lagi 2 umval fyrr í føroysku valsøguni, og í hvørgum av hinum báðum førunum var ákæra um valsvik.

Í fyrra førinum var umval, tí til vanliga valið varð mett, at valið ikki var loyniligt, tí hol var í hurðini til valhølið. Og í seinna førinum høvdu fólk havt atgongd til valhølið, uttan at nakað eftirlit var á staðnum. Kært varð um hetta, og endin varð, at umval varð hildið.

Umval varð lýst at vera í Norðstreymoyar Valdømi í januar í 1921, tí til regluliga valið í 1920 var til hurðina til valhølið í Vestmanna eitt hol, og tað gjørdi, at valið varð ógildað vegna brot á regluna um loyniligt val.

Og aftur í 1997 var umval, hesaferð í Oyndarfirði. Til regluliga kommunuvalið í 1996 varð kjallarin í skúlanum í Oyndarfirði brúktur sum valhøli. Men lærararnir, sum húsaðust uppiá, fóru avstað kl. 12:30, og tey, sum skuldu sita við valborðini og halda eyga við, at valið fór regluliga fram, vóru somuleiðis farin úr skúlanum til døgurða.

Tá ið tey komu aftur kl. 14:00, lá ein seðil á borðinum, hará tað stóð, at 4 fólk høvdu verið har, atkvøtt og slept atkvøðuseðilin niður gjøgnum sprekkuna í valkassanum. Tað stóð á seðlanum, hvat klokkan var, tá tey atkvøddu. Av tí at onki ósamsvar var millum talið av atkvøðum pluss hesar fýra, hildu tey áfram við valinum.

Men so varð klagað til bygdarráðið um, at alt ikki varð gingið rætt fyri seg. Bygdarráðið samtykti, at valið skuldi ganga umaftur, og fráboðaði Landsstýrinum hetta, sum ikki mótmælti. Eins og í Runavíkar Kommunu nú, so varð fyriskipað, at øll, sum høvdu valrætt á upprunaliga valdegnum, aftur høvdu valrætt á umvalinum, ið varð hildið hin 28. januar í 1997. 123 fólk høvdu valrætt, og 5 fólk skuldu veljast í bygdarráðið.

Tá var Oyndarfjørður ein sjálvstøðug kommuna, so umvalið tá var, eins umvalið í 1921, og eins og komandi umvalið, hildið í øllum valdøminum/allari kommununi.

 

Keldur:

Dimmalætting, 31. august 1991.

Dimmalætting, 29. januar 1997.

Kunngerð frá 13. januar 1997.

Sosialurin, 29. januar 1997.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Umval hava verið áður – eisini í Oyndarf…
Okkara mál er at fáa ein fiski­vinnu­sáttm…
Týðandi framstig ímóti óljóði frá skipum
Jón Krismar Andreasen 70 ár
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Ungur lokalur málverji gjørt sáttmála vi…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Enn ein byggisamtyktarbroyting í Klaksví…
Erkabiskupur jarðast í Rituvík
Fullsett Jobmatch í nýggjum karmum
Árliga jóla­konsertin í Christians­kirkjun…
Tá politikku­rin er “nógv á skák”
Jólini sungin inn í Mikladali
Epli og gularøtur av Sandi
Jóla­kort­ini fara nú um land og ríkið
Breiðka Flatnavegin á Norðoyri
Uppistova selir við Neystið
Dunga Jákup M/­tr sleipaður heim
Eldrahugni í Betesda
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið