Lýsing
Lýsing
Lýsing

Enn ein byggisamtyktarbroyting í Klaksvík góðkend

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  11.12.2025 - 13:33 Tíðindi

Vísandi til grein 7 í Býarskipanarlógini*, sendi Klaksvíkar kommuna tann 2. aug. 2024 Umhvørvismálaráðnum uppskot til byggismatkytarbroyting fyri A10, C2 og E6 til góðkenningar.

 

Uppskotið til broytingina snúði seg um at stovna nýggjan miðstaðar- og bústaðarøkispart, nevndur E6. Nýggi økisparturin er uml. 2600 m2 til støddar. Stovnanin av nýggja økispartinum hevur við sær eina minking av C2. Somuleiðis er ein regulering í økismarkinum millum C2 og A10 sambært verandi nýtslu av økinum. Økisásetingarnir í A10 og C2 eru ikki broyttir.

 

 

Uppskotið hevur ligið frammi frá 14. juni 2024 til 5. juli 2024. Tá freistin at koma við viðmerkingum var farin 27. juli 2024, hevði kommuna onga viðmerking fingið.

Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til ummælis og mælir til at góðkenna byggisamtyktina. Umhvørvismálaráðið hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini góðkent broytingina í byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu.

Byggisamtyktin sæst her: Galdandi byggisamtykt

* Býarskipanarlógin: Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Ungur lokalur málverji gjørt sáttmála vi…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Enn ein byggisamtyktarbroyting í Klaksví…
Erkabiskupur jarðast í Rituvík
Fullsett Jobmatch í nýggjum karmum
Árliga jóla­konsertin í Christians­kirkjun…
Tá politikku­rin er “nógv á skák”
Jólini sungin inn í Mikladali
Epli og gularøtur av Sandi
Jóla­kort­ini fara nú um land og ríkið
Breiðka Flatnavegin á Norðoyri
Uppistova selir við Neystið
Dunga Jákup M/­tr sleipaður heim
Eldrahugni í Betesda
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Signhild: Mentan snýr seg um menniskju o…
Jólatræið tendrað er
Jólaguðs­tænasta á Húsum
Nýggj poddvarpsrøð á Norð­lýsinum