Lýsing
Lýsing
Lýsing

Christopher á Tórsfest 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2025 - 22:00 Mentan Tíðindi

Vælumtókta danska poppstjørnan Christopher kemur at framføra á pallinum mitt í Havn við stórhittum og einum showi, har poppur er í hásæti.

 

 

Frá gjøgnumbroti til altjóðapallin

Sum 19 ára gamal fekk Christopher sítt gjøgnumbrot í 2011 við debutlagnum Against All Odds, og árið eftir kom fyrsta fløgan Colours. Síðan tá hevur hann givið út fleiri fløgur og stórhitt, eitt nú Told You So (2014), Closer (2016), Under the Surface (2019), My Blood (2021) og nýggjastu útgávuna Fools Gold í 2025.

Hann hevur havt stóra eydnu við fleiri av sangunum, t.d. Twerk It Like Miley og I Won’t Let You Down – fleiri teirra hava ligið ovast á donsku og altjóða hittlistum.

Christopher er eisini vorðin fastur partur av altjóða tónleikapallinum við útseldum konsertum í USA, Suðuramerika, Evropa og Asia. Serliga í Japan, Kina, Filipsoyggjum og Suðurkorea er áhugin fyri honum vaksin nógv seinnu árini. Christopher hevur eisini samstarvað við tónleikarar sum Madcon og Bekuh Boom.

 

Sjónleikur og Netflix

Umframt tónleikin hevur Christopher eisini tikið fet inn á sjónleikaleiðina. Í 2022 spældi hann í filminum Toscana, og í 2023 hevði hann høvuðsleiklutin í Netflix-filminum A Beautiful Life, har tónleikur hansara eisini er ein týðandi partur. Hesir leiklutirnir hava verið við til at gera hann enn meira kendan á altjóðamarknaðinum.

 

Verulig altjóða poppstjørna

Við meira enn fýra milliardum stroymingum kring heimin hevur Christopher sanniliga staðfest seg sum eina veruliga altjóða poppstjørnu. Hann hevur merkisverd evni at sameina popp, R&B og nútímans ljóð í fangandi sangum og stórhittum.

Vit gleða okkum til eitt brak av einari poppveitslu, tá Christopher trínur á pall á Tórsfest 2026.

Skunda tær og keypa atgongumerki fyri bara kr. 895,- á www.ebillett.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi