Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík setur gongd í størsta bústaðarøki nakrantíð – uppi á Fossum

SKRIVAÐ: Anfinn í Toft  |  01.12.2025 - 13:29 Tíðindi

- Vit hava arbeitt miðvíst við at fáa hetta áhugaverda bústaðalendið í Klaksvík klárt til útbjóðing, og eg fegnist um, at býráðið hóskvøldið samtykti at seta ferð á hesa bygging, sum kann fevna um nakað oman fyri 150 bústaðaeindir tilsamans, trivnaðarøkir, ein dagstovn og eitt stykki til innkeyps-, kóntór- ella handilsbygning, sigur Anfinn í Toft, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini.

 

- Tá eg við ársbyrjan tók við sum formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, var púra greitt, at størsta einstaka avbjóðingin hjá Klaksvíkar kommunu er at útvega nóg mikið av væl egnaðum lendi til bygging av bústøðum, sum eru fjølbroyttir og kunnu nøkta tørvin hjá øllum málbólkum.

- Sum eitt av tí fyrsta setti eg mær tí fyri at raðfesta hetta økið, sum er størsta einstaka fortreytin fyri at skapa vøkstur og menning í okkara annars væl útbygda og spennandi býi og kommunu.

- Tí hava vit longu avtikið gamla grundstykkjalistan, og fingið eina eina nýggja talgilda søluskipan til kommunalu grundstykkini, ið er tøk á heimasíðuni hjá kommununi – hetta ger, at stykkini eru lættari atkomulig hjá fólki, tá ið tørvur er á tí, og hetta minkar munandi um umsitingina av skipanini, sigur Anfinn í Toft.

 

Lendi til umleið 150 bústaðir og tilhoyrandi bygningar á Fossum

Á býráðsfundinum hóskvøldið 27. november 2025 samtykti býráðið einmælt at bjóða út eitt stórt lendi á Fossum til bústaðabyggingar, og í komandi viku verður sølulýsing løgd út á heimasíðu kommununnar og í miðlarnar.

Talan er um eitt stórt byggilendi á samanlagt 29.200 m2, til blandað íbúðar- og vinnuendamál, ið kann lutast sundur í smærri byggiøkir. T.d. verður eitt byggiøki á 3.400 m2 útlagt til ein komandi barnagarð. Møguleikar eru fyri geirum millum byggiøkini, ið verða útlagdir sum grøn fríøkir, trivnaðarøkir og bindilið millum komandi býlingarnar.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til eina útstykkingarætlan um, hvussu økið og byggingin verður skipað. Boðgevari kann velja at lata gera uppskot til útstykkingarætlan fyri byggiøkini og stovnin ella einans gera útstykkingarætlan fyri eitt ella fleiri av byggiøkjunum. Nærri upplýsingar um hetta verða tøkir, tá ið lendið verður boðið út um nakrar dagar.

 

 

Spennandi verkætlan

- Bústaðaverkætlanin á Fossum er eitt týðandi stig fyri okkum í Klaksvíkar kommunu, bæði við síni stødd, sum gevur pláss til hópin av nýggjum borgarum, og eisini tí hesin nýggi býlingurin liggur sera væl og tætt við miðbýin í Klaksvík, sigur Anfinn í Toft, ið sær fram til, at enn størri ferð nú kann koma á bústaðabyggingarnar í Klaksvíkar kommunu.

- Fleiri aðrar bústaðaverkætlanir eru í gongd og ávegis, sum vit eisini fegnast stórliga um, og vit fara framhaldandi at gera okkara ítasta til at útvega fleiri lendi til bústaðaverkætlanir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival