Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nevndin í Føroya Fiskimannafelag; Standandi frá vinstru: Sólberg Olsen, sum ikki stillar uppaftur, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen og Magnus Pauli Glerfoss. Sitandi frá vinstru: Per á Sýnini, Jan Højgaard, formaður og Sámal Poulsen, næstformaður, sum heldur ikki stillar uppaftur.  | Mynd: Føroya Fiskimannafelag

Seks nevndalimir skulu veljast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2025 - 09:09 Tíðindi Vinna

Fyri fyrstu ferð síðan 1911 skulu fiskimenn velja nevndarlimir beinleiðis á landsfundinum.

 

Seks nevndarlimir skulu veljast hesa ferð

Á landsfundinum 2024 varð einmælt samtykt at ganga frá økisvaldum nevndarlimum, sum stóðu fyri vali triðja hvørt ár, til at velja allar nevndarlimir beinleiðis á landsfundinum.

Broytingin hevur tað við sær, at ongi valkort verða send út, sum tað higartil hevur verið vanligt. Á fyrsta valinum eftir nýggju skipanini skulu heili seks nevndarlimir veljast.

Hesa ferð verður fundurin hjá Fiskimannafelagnum hildin í Løkshøll í Runavík

Hetta at flyta fundin er ein roynd at koma nærri limunum, tí í mið- og norðurøkinum, Runavík, Gøtu, Fuglafirði, Leirvík og Norðoyggjum er stórt tal av skipum og fiskimonnum.

- So er at vóna at fleiri møta upp til fundin.

Komandi trý árini eru ein skiftistíð, tá ið tað kemur til nevndarval. Í skiftistíðini - til og við valið á landsfundinum í 2028 - standa altíð tveir av teimum, sum verða valdir í ár, fyri vali.

Nú er komið á mál við beinleiðis nevndarvali á landsfundinum.

At flyta landsfundin er eisini ein nýggj roynd at fáa fólk at møta upp.  

Landsfundurin verður tann 27. des. kl. 12.00 í Løkshøll. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…