Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen gjørdist dagsins leikari í dystinum ímóti Paraguay | Mynd: roysni.fo

Fantastiskar hondbóltskvinnur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.11.2025 - 19:12 Ítrottur Tíðindi

Føroysku hondbóltskvinnurnar ikki bara livdu upp til teir longu høgu forvæntningarnar, at kalla allir føroyingar høvdu til tær, men tóku øll á bóli við at fara heilt upp á eitt niveau, sum kanska sjálvt tær sjálvar ikki vistu, at tær høvdu. Tí hóast tær hava leverað vøruna og tað væl, so mundi fáur hava væntað, at tær kundu koma heilt til HM, og tað við sigri á risanum Spania

 

 

Til dystin móti Paraguay vóru føroysku kvinnurnar gamaní favorittar frá byrjan, men tað er fantastiskt óansæð, at vit í heila tikið skulu vera favoritttjóð móti einum landi við fleirfalt okkara íbúgvatali. Men dysturin móti Spania var veruliga ein David móti Goliat-dystur, ja, ein heimssensatión! Føroyar riðu á aldukampinum í hondbóltshøpi í Berlin, men tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at sigurin hjá kvinnunum á stóru hondbóltstjóðini Spania var uppaftur størri.

Rakul Wardum hevur fult uppiborið fingið viðurnevnið "The Wall", meðan Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen somuleiðis uppiborið varð útnevnd dagsins leikari í dystinum móti Paraguay. Paraguyanarar høvdu uttan iva sæð dystin móti Spania, har Jana Mittún var stóri og precisi áleyparin, og konsentreraðu tær sína verju um hana og Súnu Hansen. Har gjørdu paraguyanarar rokning uttan vert, tí føroyingar hava ikki bara 2 framúr góðar leikarar í teimum báðum. Nei, vit hava ein heilan hóp av heimstalentum, og tí var lag á kvinnu at spæla út til Lív á vonginum. Felags fyri bæði liðini var, at tey høvdu stak dugnaligar málkvinnur, skal sigast. 

Til stuttleikar kann nevnast, at ein óheppin reportari eftir dystin ímóti Spania byrjaði interviewið við Pernille Brandenburg við at tosa á donskum við hana. Hann bleiv kvikliga írættusettur, tí hóast Pernille í tí dagliga spælir við København Håndbold, og er systur Bjørn Brandenborg, fólkatingslim so er hon sanniliga føroysk, ja, enntá ættað úr Klaksvík. Pernille er nevniliga ommudóttur Leiv og Amandu Andreasen og dóttur Oddbjørg Brandenborg.

Tað sást væl, at paraguyansku kvinnurnar høvdu sett tað í seg at steðga Pernille, Janu og Súnu, og tær ofraðu alla orkuna tíðliga í dystinum og góvu rúmd fyri kanska minni royndum leikarum. Fleiri av teimum minni royndu vístu seg í 2. hálvleiki, og tað sást týðiliga, at tær fóru á vøllin fyri at prógva, at tær saktans kunnu røkja pláss sum byrjarar á fremsta liðnum, skuldi høvi býðst. Fantastiskt, og tað merkir, at føroyingar ikki skulu stúra fyri, at góðskan á landsliðnum minkar í bræði. Um yvirhøvur.

Tíverri (ella tíbetur), fáa kvinnurnar ikki tíð at hvíla á laurberjunum, tí sigurin merkir nevniliga, at Føroyar eru slopnar víðari, og í miðumfarinum møta ”vit” Týsklandi, Serbia og Íslandi í Dortmund. Tað er ikki hent áður, at tær eru komnar til miðumfarið. Mótstøðan verður sterkari, men føroysku kvinnurnar hava prógvað, at tær kunnu vinna á hvørjum sum helst, so vónirnar eru framvegis góðar. 

Hjartaliga tillukku, holdbóltskvinnur. Tit gera okkum øll stolt av at vera føroyingar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu