Barnagarðsstovurnar verða uppnormeraðar
- Eg fegnist um undirtøkuna í býráðnum fyri at uppraðfesta normeringarnar á barnagarðsstovunum, sum fer í gongd í 2026 og væntandi verður fult sjósett komandi summar, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn & ung.
Á fundinum hóskvøldið 27. november samtykti býráðið fíggjarætlanina fyri 2026, har ein uppraðfesting av dagstovnaøkinum er partur av løgdu ætlanunum.
Annika S. Biskopstø upplýsir, at hetta er framhald av arbeiðinum at góðskumenna dagstovnaøkið, sum byrjaði í 2023, har eitt av tiltøkunum var at uppnormera vøggustovurnar – ein uppraðfesting, sum hevur víst seg at eydnast sera væl, bæði fyri børn og starvsfólk.
- Endamálið við at uppraðfesta normeringarnar er at skapa betri fortreytir fyri at skapa góðar og mennandi relatiónir, við at útvega fleiri ”hendur” til allar tær ymisku uppgávurnar og betri stundir til nærveru í dagligdegnum á dagstovnunum.
- At geva børnum og vaksnum betri karmar og møguleikar at vera saman er ein góð íløga í framtíðina og eitt gott fyribyrgjandi tiltak. Tað eru tey vaksnu, ið skulu tryggja børnunum ein góðan og innihaldsríkan dagligdag, og tað er ein sannroynd, at tað til tíðir kann vera torført at náa hesum máli. Hetta ynskja vit at broyta og bøta og eg ivist ikki í, at smærri barnabólkar og ein uppraðfesting av starvsfólki á dagstovnaøkinum, er helst besta íløgan yvirhøvur, slær nevndarforkvinnan fast.
Omanfyri nevndu tiltøk eru eisini í tráð við visiónina í barna-og ungdómsvirðunum um, at ”okkara børn og ungu hava rætt til eitt gott lív. Tí vilja vit virka fyri einum tryggum umhvørvi við denti á trivnað, menning, samstarv og ávirkan”.