Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Í viðtali við Norðlýsið sigur løgmaður, at tað, at 3 aðalstjórar týsdagin vórðu uppsagdir, ikki sparir nakað her og nú ella fyrstu tíðina, tí aðalstjórarnir hava allir fingið í boði nýggj størv í miðfyrisitingini. Løgmaður viðgongur, at viðvíkjandi aðalstjórum er ongin sparing nú, men nakað uppá sikt, og hann kemur eisini inn á tíðindini, sum Norðlýsið bar í gjár um, at løgmansstjórin, John Rajani, ynskti eina aðra samanseting av aðalstjórum enn ta, sum løgmaður vildi hava, og sum tað endaði við.
Løgmaður sleppur her at greiða frá:
– ”Teir tríggir aðalstjórarnir, sum ikki koma at vera aðalstjórar longur, teir hava faktiskt allir fingið bjóðað at halda fram í fyrisitingini. Og orsøkin til, at tað er soleiðis, er, at aðalstjórarnir, sum vórðu settir eftir gomlu skipanini, eru tænastumenn. Og tá tænastumenn missa síni størv, so hava teir 3-ára uppsagnartíð. Tað er ein øgiliga long uppsagnartíð, og tað inniber, at teir kunnu fara heim við løn í trý ár. Tá er tað frægari, at teir halda fram við at arbeiða, tá teir nú skulu hava løn allíkavæl”, sigur Aksel V. Johannesen.
Í 2024 varð ein broyting gjørd, har aðalstjórar framyvir verða settir í 7 ár, sum kann leingjast eina ferð við 3 árum. Men teir »gomlu« aðalstjórarnir hava framvegis 3-ára uppsagnartíð. Til tað sigur Aksel V. Johannesen
– ”Hóast man ikki vinnur pengar við at uppsiga aðalstjórar eftir gomlu skipanini her og nú, so verður tað upp á sikt ein bíligari rakstur. Jú fyrr, vit gera broytingarnar, jú fyrr spara vit pengarnar”, sigur løgmaður.
Norðlýsið hevði í gjár eina grein, har John Rajani, løgmansstjóri, í notati er endurgivin fyri at siga, at aðalstjórin Pól Egholm, sum í løtuni er aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum, var væl skikkaður at verða aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, meðan mælt varð til at flyta Bjarna Askham Bjarnason úr Fíggjarmálaráðnum yvir í Vinnumálaráðið. Men løgmaður gekk ikki hesum á møti. Bjarni Askham Bjarnason verður verandi aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, meðan Pól Egholm fer í Vinnumálaráðið, sum framyvir eisini skal umsita fiskivinnumál. Hví tað?, spyrja vit løgmann.
– ”Eg havi álit á John Rajani, men orsøkin var, at tað kom eitt tilmæli um, hvørjir tríggir skuldu úr starvi, og tað tilmælið havi eg so hildið meg til. Ein partur av tilmælunum, vit fingu, var, at man kundi rotera m.a. aðalstjórar frá aðalráði til aðalráð. Tað hildu vit vera eitt gott hugskot, og tað er helst eisini orsøkin til, at løgmannsstjórin helt tað vera eitt gott hugskot at rotera aðalstjóran úr Fíggjarmálaráðnum – og kanska hann sjálvur var áhugaður í tí – men tá man ger so stórar broytingar, sum vit gera nú við bæði aðalstjórum og landsstýrisfólkum, so helt eg, at fyri stabilitetin, at vit ikki skuldu gera størri broytingar enn neyðugt”, sigur Aksel V. Johannesen, og heldur fram:
– ”Tí helt eg, at fyri stabilitetin í Fíggjarmálaráðnum var tað skilagott, at aðalstjórin har, Bjarni Askham Bjarnason, helt fram har beint, og tá tað kemur til aðalstjóran, sum fer í Vinnumálaráðið nú, so hevur hann næstan øll síni ár í miðfyrisitingini arbeitt í Vinnumálaráðnum – hann hevur verið virkandi aðalstjóri har fyrr og deildarstjóri á Vinnudeildini í eini 5-6 ár – so helt eg, at hann hóskaði betur har. Bæði tí, at eg helt, at hann hóskaði betur har, og fyri ikki at skapa meira óstabilitet enn frammanundan, so valdi eg, at verandi aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum heldur fram og Pól Egholm, sum enn er ungur og rættiliga dugnaligur, heldur fer í Vinnumálaráðið, har hann hevur tað mesta av síni karrieru”, sigur løgmaður at enda um hendan spurningin.