Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Pól Sundskarð

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.11.2025 - 12:38 Tíðindi Veðrið

Heilt hampuligt veður um vikuskiftið, tá ið hugsað verður um vind. Fer ikki upp um 8 m/s fyrr enn sunnukvøldið. Viðvíkjandi avfalli so er søgan kanska ikki so góð, tí tað verða bert turt í løtum, annars ælaveður ella regn.

Orsøkin er eitt lágtrýst, sum fer at leggja seg á leiðina sunnan fyri Ísland, og tað fer at draga luft til sín. Vit fara at liggja eystan fyri miðjuna á lágtrýstinum, har sum ættin er millum sunnan og eystan. Langt er ímillum lág- og hátrýst í dag og í morgin, so onkra løtu fer hann at mala av ymsum ættum.  

 Veðrið um vikuskiftið:

Í dag er eitt lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður, sirm ella mjørki í støðum. Eitt sindur út á seinnapartin verður hann eystan. Í kvøld er lítið lot av ymsum ættum, skýggjað og ælaveður, stundum grov æl, skúrar. Hitin 7 til 10 stig, í nátt niður í 5 stig.

Í morgin er eitt lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður, stundum grov æl, skúrar. Seinnapartin lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður, men út á kvøldið regn. Hitin 8 til 10 stig.

Sunnudagin er eitt lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað, regn og mjørki í støðum. Eitt skiftið seinnapartin og um kvøldið yvirhøvur turt, men sirm ella mjørki í støðum. Út á kvøldið lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað, regn og mjørki í støðum. Um náttina frískt lot til frískan vind eystan 5 til 10 m/s. Hitin 8 til 10 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…