Soleiðis blivu frákoyrdu landsstýrismenninir útvaldir
Løgmaður greiddi í dag Norðlýsinum frá, hvussu hann hevði valt teir tríggjar landsstýrismenninar út, sum tann 1. desember fara frá. Her setir hann orð á, hvussu tað var at skula siga farvæl við landsstýrismenn, sum sambært honum hava verið - og eru - ávikavist erligur og reiðiligur, ómetaliga góður samstarvsfelagi og persónligur vinur.
Tað er øllum kunnugt, at nakrar gølur hava verið í seinastuni, sum so ella so hava merkt Føroya Landsstýri. Ein teirra, kunningin um ICES-tilmælini, í einum av aðalráðunum sjálvum, og tvær aðrar, nevniliga tann um Galaxy og tann um smugling, í undirliggjandi stovni. Tí var nærliggjandi at spyrja løgmann, um hetta, eins og óhepnar støður í øðrum aðalráðum, var viðvirkandi til, hvørjir teir tríggir óhepnu vórðu, sum vóru útvaldir. Men sambært løgmanni var tað ikki tað. Men hvussu vórðu teir so útvaldir?
– ”Tað vóru ikki gølur, sum høvdu nakað at siga fyri tað. Tá vit fingu frænir av, at tilmæli 1 fór at vera, at tað skuldu vera 6 aðalráð og 6 landsstýrisfólk, so gjørdi eg beinanvegin av, at eg ætlaði at taka ta avgerðina, at vit fóru niður í 6, og tað var einfalt, tí tað vóru 3 flokkar, sum harvið mistu 1 landsstýrissess hvør. Eg læt tað yvir til samgonguflokkarnar at gera av, hvør skuldi fara fyri hvønn flokk”, sigur løgmaður, og heldur fram:
– ”Framsókn gjørdi av, hvat landsstýrisfólk skuldi frá í teirra flokki, og tað valið var kanska einfalt, tá tað nú bert var forkvinnan pluss ein, og Tjóðveldi gjørdi somuleiðis sjálvt av, hvør hjá teimum skuldi missa sessin. Vit í Javnaðarflokkinum gjørdu so av, hvør skuldi missa sessin hjá okkum. Nógv spælir inn, tá sovorðnar avgerðir verða tiknar, og eg vil siga, at tey landsstýrisfólkini, sum vit nú skulu siga farvæl við um 3 vikur, havi eg eitt gott forhold til”, sigur hann, og kemur so inn á eginleikarnar hjá einstøku landsstýrismonnunum:
– ”Jóhan Christiansen (fráfarandi fiskimálaráðharra fyri Tjóðveldi, blðstj.) steðgaði tíverri ikki so leingi í Landsstýrinum, bert einar 8 mánaðir. Hann hevur havt tað trupult, hevur havt øgiliga nógv trupul mál, meðan hann hevur sitið, men eg havi eitt gott inntrykk av honum. Hann virkar sum ein øgiliga reiðiligur og erligur maður.” Um Bjarna Kárason Petersen, fráfarandi landsstýrismann í lógarmálum, og Djóna Nolsøe Joensen, fráfarandi landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum, sigur løgmaður:
– ”Eg havi havt eitt óalmindiliga gott samstarv við Bjarna Kárason hesi 3 árini. Hann hevur verið góður at samstarva við. Tá ið tað kemur til Djóna Nolsøe Joensen, so hava vit ikki »bara« havt eitt gott samstarv; eg haldi at vit eru vinmenn eisini uttan fyri politikkin. Vit eru javngamlir og hava somu áhugamál. Vit fylgja báðir væl við í fótbólti, halda við Liverpool og so framvegis, og vit hava altíð funnið væl útav tí báðir. Tí er tað avgjørt ikki stuttligt, at hann mátti fara. Men nøkur skuldu fara, og tá vit nú eru í politikki, og tá koma nøkur atlit uppí, sum til dømis eru geografisk atlit og onnur við”, sigur løgmaður at enda um hendan spurningin.
Landafrøðilig atlit
Fakta um seinastu útsøgn løgmans um geografisk atlit: Áðrenn umskipanina av landsstýrinum kom 1 landsstýrismaður úr Norðoyggjum, 1 úr Eysturoynni, 5 úr Suðurstreymoy og 2 úr Suðuroy. Eftir umskipanina kemur framvegis 1 úr Norðoyggjum, men ongin úr Eysturoynni, 3 úr Suðurstreymoy og 2 úr Suðuroy. Norðoyggjar og Suðuroy hildu sostatt tørn í Landsstýrinum og vórðu ikki raktar á annan hátt enn at verða umskipaðar.