Lýsing
Lýsing
Lýsing
Seinast, løgmaður var á vitjan, var á Norðoyastevnu, og nýggjasta veljarakanningin er í roynd og veru eitt vet betri fyri Javnaðarflokkin, enn tann feskasta tá. | Mynd: Egin mynd.

Løgmaður um veljarakanningina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.11.2025 - 17:58 Politikkur Tíðindi

– ”Veljarakanningin er ikki góð, men afturgongdin er steðgað”, sigur Føroya løgmaður, sum vitjaði á Norðlýsinum seinnapartin, í stuttum um veljarakanningina, ið varð kunngjørd fyrr í dag. Aksel Vilhelmsson Johannesen vitjaði í dag heimbý sín aftur, og Norðlýsið biður hann meta um orsakirnar til vánaliga úrslitini í veljarakanningini, sum kortini vísir, at flokkurin ikki er í fríum falli longur.

Men vit byrja - heilt stutt - við tí positiva:

Tað fyrsta, løgmaður gjørdi, tá hann trein á gátt á redaktiónini á Norðlýsinum, var at ynskja bæði Norðlýsinum og norðoyingum hjartaliga tillukku við greipuni. Vit á Norðlýsinum takkaðu í líka máta, tí árini 1989-2001, árið 1990 undantikið, spældi sitandi løgmaður nevniliga við KÍ. 3 mál bleiv tað til í fremstu deildini og 1 í steypakappingini, umframt hópin av málum í lægru deildunum.

Men nú 24 ár seinni er tað politiski álvarin, sum er á skránni, og vit spyrja løgmann, hvat hann hevur at siga til seinastu veljarakanningina, og hví Javnaðarflokkurin fær so ringt úrslit í henni. Vit geva løgmanni orðið: 

– ”Vit gjørdu eitt øgiliga gott val seinast og fingu 26,6%. Tað er torført at liva upp til, men vit vóru nokkso stabil tað fyrsta árið av valskeiðnum. Tá lógu vit um tey 24-25 prosentini”, sigur løgmaður, men heldur fram: – “So fóru vit í einum niður á 19% og lógu um 19-20% í eina tíð, fram til í vár, tá tað gjørdist rættiliga ófriðarligt í Løgtinginum við málunum um Suðuroyartunnilin og pensiónsaldurin. Tað var helst orsøkin til, at vit duttu frá 19% niður á 14%”, greiðir Aksel V. Johannesen frá. Men hví er afturgongdin steðgað?, spyrja vit løgmann:

– ”Her í heyst hava vit fingið eitt sindur meira ró yvir tingini, hóast tað framvegis hendir nógv. Vit hava fingið nøkur mál avgreidd, ella fáa tey avgreidd í næstum, og møguliga er tað frágreiðingin uppá, at afturgongdin er steðgað. Eitt av hesum málum er tað um lestraríbúðir til ung lesandi og lærlingar, og hartil koma uppskotini, sum liggja í Løgtinginum í løtuni um hægri barnafrádrátt, hægri lestrarstuðul og MVG-frítøku av gerandisvørum”, sigur hann. Men!

– ”Í mun til valúrslitið er veljarakanningin horribul, og tað eru vit sjálvsagt ikki nøgd við, og alt annað líka er tað umleið eitt ár til val. Tað ber til at venda gongdini, og tað verður mítt mál, at valúrslitið verður munandi betri enn hendan veljarakanningin vísir. Tá man situr við ábyrgd, so má man taka nakrar avgerðir, sum ikki eru populérar. Og veruleikin er, at vit hava undirskot á fíggjarlógini, og at útlitini viðvíkjandi broyttu aldurssamansetingini ikki eru so góð. Tí mugu nakrar bygnaðarbroytingar til. Tann fyrsta, tann við miðfyrisitingini, er hend. Vit vilja reka landið so skynsamt sum møguligt, men – og tað eru flestu flokkar helst samdir við okkum í – vit mugu varðveita vælferðarsamfelagið”, sigur løgmaður.

Veljarakanningin

Veljarakanningin, sipað verður til í samrøðuni, er gjørd av spyr.fo fyri Portalin. Hon vísir, at Fólkaflokkurin fær 11 (+5) tingfólk, Sambandsflokkurin 6 (÷1), Javnaðarflokkurin 5 (÷4), Sjálvstýri 0, Tjóðveldi 6, Framsókn 3 og Miðflokkurin 2 umboð. Kanningin er gjørd mánadagin 3. november, og óvissan er 3,5%. 11,2% høvdu ikki tikið støðu, tá tey vórðu spurd, 1,6% høvdu ikki farið á val, og 3,6% høvdu atkvøtt blankt.

Samanlagt fær samgongan 14 tingfólk og andstøðan 19 sambært veljarakanningini.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Reisigildið Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…
Bindifestivalu­rin á altjóða støði
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…