Langsíðan hjá KÍ-viðhaldsfólkunum er nærum útseld
Tað er bara í uttasta bólkinum, at atgongumerkið nú fáast millum KÍ-viðhaldsfólk á langsíðuni.
Áhugin fyri ársins finalu um løgmanssteypið tykist stórur. Tó hóast sølan byrjaði sera seint ímun til hvat tað ofta hevur gjørt fyrr, so er næstan útselt á langsíðuni millum KÍ-viðhaldsfólk, tí tríggir bólkar eru útseldir og tí er nú bara pláss eftiur í bólki 108. Millum áskoðararnar hjá Víkingi er eisini stórur áhugi, tí har eru tveir bólkar á langsíðuni útseldir.
Júst dystirnir millum hesi bæði feløgini samlaðu sera nógvar áskoðarar til tær báðar finalurnar, ið hava verið millum hesi feløgini, sum var í 2016 og 2022. Tvær spennandi finalur, har KÍ vann uppá brotssparkskapping í 2016 og Víkingur vann 1-0 við sigursmáli í 87. minutti í 2022.
Atgongumerki fáast til keyps á atgongumerki.fo.