Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaútgáva FRÌ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.10.2025 - 13:49 Mentan Myndarøð Tíðindi

FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð.

 

Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogið.

Bókin, ið er skriva sum skaldsøga, kann eisini nýtast sum ein  kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir.

Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, ið hevur skriva bókina FRÍ. Íblásturin kemur frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjarna oasu við grønmetið, fruktum, urtum og víni.

Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.

 

Bókaframløgur vera á hesum støðum:

  • Sands Bókasavn mikukvøldið 29.Oktobur, kl. 19
  • HNJ Gamli Bókhandil hósdagin 30. Oktobur, kl. 16.30
  • Fiskastykkið Sandavágur leygardagin 1.Novembur kl. 12.00
  • Testovan Marin Malena á Biskupsstøðgarðurin Klaksvík sunnudagin 2.Nov. kl. 16
  • Seglloftið á Tvøroyri mánadagin 3. Novembur kl. 16.30
  • Býráðshúsið Norðagøta mikukvøldið 5.Novembur. kl. 19
Lýsing
Seinastu tíðindini
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík
Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað
ALS gjaldið er alt ov høgt
Bókaútgáva FRÌ
Mannamúgva uttan fyri Kjøthandilin
Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til t…
Fýra KÍ leikarar við U15 og U16
Veðrið í vikuni
Føroysk børn síggja og deila ólógligt se…
Daniel fór eisini til abba sín við steyp…
KVF: Næstan helvtina minni svartkjaftur
Hálvir sannleikar og heilar villeiðingar
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi