Lýsing
Lýsing
Lýsing

ALS gjaldið er alt ov høgt

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  27.10.2025 - 14:26 Politikkur Tíðindaskriv

Føroysk húski rinda árliga umleið 7.000 krónur ov nógv til ALS. Grunnurin er nú so væl bjálvaður, at hann klárar eitt arbeiðsloysi sum er 10 prosent í fýra fylgjandi ár. Arbeiðsloysið er í løtuni bara 0,8 prosent.

 

Fyri seks árum síðani, tá eg var landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, var eg á einum fundi við stýrið fyri ALS. Eg hevði ætlað at sagt við stýrið á tí fundinum, at tey áttu at umhugsa møguleikan at lækka inngjaldið, tí eginognin nærkaðist einari milliard, sum hevði verið eitt langsiktað mál hjá stýrinum. Gjaldið hevði tá í nógv ár verið 1,25 prosent av lønini.

Men tað vísti seg, at stýrið fyri ALS hevði eisini hugsað sama tankan, og í semju við tey bleiv eitt uppskot gjørt, sum eg legði fyri Løgtingið í mars 2020, og síðani eru fleiri broytingar gjørdar, bæði við lækkaðum inngjøldum og hækkaðum útgjøldum.

Men um somu tíð sum hetta hendi, bleiv allur heimurin raktur av korona, og í Føroyum hevði ALS ein týðandi leiklut í stríðnum móti hesi álvarsomu kreppuni. Kortini hevði ALS avlop í rakstrinum meðan korona herjaði.

Meira enn hálv onnur milliard í eginogn

Nú hevur grunnurin ikki bara eina, men meira enn hálva aðru milliard í eginogn og bara í fjør var avlopið 210 mió. krónur.  

Tað eru umleið 30.000 fólk í arbeiði í Føroyum. Tað vil siga, at hesi og teirra arbeiðsgevarar rindaðu í meðal 7.000 krónur fyri hvørt starvsfólkið bara til at bjálva grunnin við. Arbeiðsgevararnir rinda helvtina og løntakararnir hina helvtina, men eru tað kona og maður í sama húsi, so rindaði teirra húski 7.000 krónur í 2024 bara til at fylla í eginognina hjá ALS. Tað er alt ov nógv.

Ætlanin hjá landsstýrinum ger lítlan mun

Eg síggi at løgmaður og landsstýriskvinnan við arbeiðsmarknaðarmálum standa við stórum smílum á sosialu miðlunum og boða frá, at tey ætla at lækka ALS gjaldið við 0,2 prosentum á nýggjárinum. Alt gott um tað, men tað merkir, at tey sum í dag rinda 7.000 krónur ov nógv, skulu frá 1. januar “bara” rinda 5.250 krónur ov nógv.

Við at brúka roknidømi við familjum sum hava 800.000 krónur í inntøku koma løgmaður og landsstýriskvinnan fram til, at hesi fara at spara nógvar pengar, men hvussu so við øllum teimum mongu, sum hava nógv minni enn 800.000 krónur í inntøku?

Stýrið eigur avgerðina

 

Tá hetta er sagt, so haldi eg ikki at politikarar skulu av sínum eintingum avgera spurningin um inngjaldið til ALS. ALS hevur eitt stýri, sum millum annað er umboðað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Uppskot um broytingar í gjøldum eiga at koma frá stýrinum, og tí er hetta fyrst og fremst ein áheitan á stýrið um at taka hetta málið upp.

Mín meining er, at tað gevur ikki meining at halda á við at bjálva ein grunn, sum er um at bresta av pengum. ALS gjaldið er alt ov høgt, og verður tað bara lækkað við 0,2 prosentum, so verður tað eisini ov høgt aftaná 1. januar.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík
Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað
ALS gjaldið er alt ov høgt
Bókaútgáva FRÌ
Mannamúgva uttan fyri Kjøthandilin
Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til t…
Fýra KÍ leikarar við U15 og U16
Veðrið í vikuni
Føroysk børn síggja og deila ólógligt se…
Daniel fór eisini til abba sín við steyp…
KVF: Næstan helvtina minni svartkjaftur
Hálvir sannleikar og heilar villeiðingar
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi