Veðrið í vikuni
Hesa vikuna fara vit at fáa eitt sindur av næstan øllum: kaldari høgætt og lýggjari lágætt, lítlan vind og fitt av vindi, onkur vátur dagur og onkur (næstan) turrur dagur.
Í fyrru helvt av vikuni fer eitt lágtrýst yvir Suðurnoregi at draga kalda luft til sín, og vit liggja beint á leiðini. Í miðvikuni fer eitt hátrýst at leggja seg yvir okkara leiðir, og tá fara vit at hava eitt lítið lot av ymsum ættum. Tað ger tíverri skjótt av og rýnir eystureftir, og í tess stað kemur eitt lágtrýst vestaneftir við frískum og lýggjum vindi sunnaneftir og regni.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið við regni, vátakava ella kava. Hitin 2 til 7 stig; um náttina úr frostmarkinum og upp í 5 stig.
Týsdagin:
Norðan allan dagin, 5 til 10 m/s, skýggjað við kava- ella vátakavaælaveðri. Hitin 1 til 6 stig.
Mikudagin:
Frískt lot til frískan vind norðan, men út á dagin minkar hann niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 6 stig.
Hósdagin:
Frískt lot til frískan vind sunnan og av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Út á dagin og um kvøldið veksur hann vindin upp í strúk í vindi ella skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið við regni og ælaveðri. Hitin 5 til 10 stig.
Fríggjadagin:
Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Um náttina minkar hann vindin. Hitin 6 til 11 stig.