Lýsing
Lýsing
Bókasavnið í heystfrítíðini
Nú børnini hava heystfrí bert til at koma á bókasavnið at hugna sær og bókasavnið hevur eisini tiltøk fyri børn í heystfrítíðini.
Mikudagin 15. oktober kl. 16.00 verður søguløta, har vit hoyra søguna um Lottu í Brakarastræti og aftaná síggja vit film um Lottu.
Hósdagin 16. oktober millum klokkan 15.00 og 17.00 ber til hjá børnunum at koma á bókasavnið at gera fitt djór úr tógvi – pompon.
Seinastu tíðindini