Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Eyðun Klakstein er landsliðsvenjarin við bestu byrjanini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.10.2025 - 23:22 Ítrottur Tíðindi

Klaksvíkingurin stórtrívist í landsliðsvenjarasessinum og hevur fingið eina so góða byrjan í úrslitum sum eingin annar landsliðsvenjari.

Tilsamans hevur Eyðun Klakstein verið landsliðsvenjari í níggju kappingardystum (umframt einum venjingardysti). Føroyar hava vunnið fimm av hesum dystum. Móti Armenia, Gibraltar (2), Montenegro og Kekkia.

Hóast Eyðun bara hevur níggju kappingardystir, so telist hann longu millum teir við flest sigrum. Tí bara Allan Simonsen, Lars Olsen og Håkan Ericson hava vunnið fleiri kappingardystir. Og telja vit bara HM- og EM-undankappingardystir, sum kanska gevur best grundarlag til samanbering, tí so fáir landsliðsvenjarar hava havt Nations League, har mótstøðan er veikari, so eru bara Allan Simonsen og Lars Olsen frammanfyri og teir eru bara ein og tveir sigrar frammanfyri.

Skulu vit samanbera byrjanina hjá landsliðsvenjarunum, so skarar Eyðun framúr.

 


Dystir fyri at røkka fimm sigrum í kappingardystum:

9: Eyðun Klakstein

19: Håkan Ericson

31: Lars Olsen

33: Allan Simonsen

 


Dystir fyri at røkka fýra sigrum í HM- og EM-undankappingarsigrum:

7: Eyðun Klakstein

17: Allan Simonsen

28: Lars Olsen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…