Lýsing
Lýsing
Lýsing

Video: Gekst illa hjá Teistanum at leggja at í Syðradali

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.10.2025 - 08:56 Tíðindi

Í góðveðrinum fyrrapartin sunnudagin royndi Teistin nýliga umbygdu ferjuleguna á Syðradali.

 

Bjørn Kalsø var í Syðradali og tók upp filmsbrot, sum vísir fyrstu royndina hjá Teistanum. Hann skrivaði haraftrat linjurnar niðanfyri.  

 

Vestfallið var skotið frá kalsoyarlandinum, og afturundurgerðin suðurkomin. Tí gekk ómskaleyst at sigla stóru ferjuna inn í lítlu havnina.

Men tá gronin skuldi festast í rampuna, og bógportrið lorast, bar ikki so væl til.

Sum skilst var trupult at fáa skipið at liggja á kós, so breiða bógportrið fekst niður ímillum betongstabbarnar, sum bera nýggju oljutrýststemplini á heldur smølu rampuni.

Vónandi gongur næsta royndin betur.

Spell um fleiri íløgur skulu gerast í rampuna, sum nýliga er umbygd til Teistan, og tí ikki kann brúkast til Sam í høgættarloti.

Teir sum eru vanir sigla við strandfaraskipunum siga tó, at aðrar íløgur mugu gerast í ferjuleguna, um hon skal kunna brúkast til hampiliga regluliga sigling hjá Teistanum.

M.a má norðara atløgusíðan leingjast og innsiglingin gerast tryggari.

Vónandi verður lurtað !

Nógv betra og í longdini bíligara loysnin hevði tó verið at bora undirsjóvartunnil. Tá slapst undan at byggja nýggja kostnaðarmikla ferju, skiparakstri og áhaldandi pjøssing á ferjulegur. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…