Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.10.2025 - 23:08 Tíðindi Veðrið

Ein vika við góðum veðri stendur fyri framman. Hátrýstveður.

Ættin fer at liggja av útsynningi og vestri fyrru helvtina av vikuni, og vindurin fer ikki upp um 10 m/s. Í miðvikuni fer ættin upp í útnyrðing eina løtu, men har verður hon ikki liggjandi. Fer at mala av ymsum ættum fram ímóti vikuskiftinum, og vindferðin upp í 8 m/s.

Hitalagið fer ikki niður um 10 stig, hóast útnyrðingin. Einki brúgvalag við regni ella øðrum avfalli fer at nærkast okkum, men tó fara vit at hava ælaveður onkra løtu.    

Orsøkin til góða – og ikki serliga heystliga veðrið – er eitt hátrýst, sum stendur yvir Bretlandi. Har stendur tað væl, og úr miðvikuni og fram ímóti vikuskiftinum fer tað at stinga ein rygg ímóti Grønlandi. Tað er tá, at hann fer at mala av ymsum ættum í Føroyum.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum sólglottar og aðrastaðir møguliga mjørki og sirm. Hitin millum 8 og 13 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 3 til 8 m/s. Móti kvøldið frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Allan dagin skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum sólglottar og aðrastaðir kanska mjørki og sirm. HItin millum 8 og 12 stig.

Mikudagin:

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum út á kvøldið gongur upp í útnyrðing og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Allan dagin skýggjað og okkurt ælið, í støðum sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Út á dagin minkar vindurin til lítið lot, minni enn 5 m/s og gongur niður í sunnan. Fyrrapartin skýggjað, men út á dagin klárnar eitt sindur. Hitin millum 6 og 10 stig.

Fríggjadagin:

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu