Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað sær út til at Bárður Nielsen umaftur og umaftur fløkir tingini saman.

SKRIVAÐ: Sirið Stenberg, forkvinna Tjóðveldi  |  12.10.2025 - 16:30 Politikkur Tíðindaskriv

Hann finst at, at Føroyar ikki eru við í donsku verjusemjuni. Altso vil hann, at Føroya landsstýri skal samráðast við tinglimir í Danmark um verju í Føroyum.

 

Bárður Nielsen reduserar harvið Føroyar til eina kommunu í Danmark, sum Fólkatingið tekur avgerð um.

Áhaldandi roynir hann at polaisera og skapa ótta, heldur enn at standa saman við restini av føroysku flokkunum um, at Føroyar eru eitt land, og at samráðingar tí sjálvsagt eru stjórn til stjórn.

Tað er eitt sindur komiskt, tá veruleikin er, at Danir hava skilt hetta og at samstarvið okkara millum er konstruktivt, men at formaðurin fyri Sambandsflokkin ikki skilir hetta. Hann er danskari enn danin, og kanska stúrin um politiska tilverugrundarlagið hjá Sambandsflokkin, tá øll onnur vilja flyta Føroyar fram sum sjálvstøðugt land, og hann er tann einasti sum sær Føroyar sum eina danska kommunu.

Hvat annað skuldi hendan endurtøkan verið eitt útrykk fyri?

Tí tað er ikki at skilja hví Bárður Nielsen heldur, at avgerðir vegna Føroyar eru betri tiknar í Danmark enn í Føroyum.

Eg spyrji bara:

Hevur hann onki álit á føroyingum ella hvat?

Annars frálíkt at lesa, at Bárður Nielsen heldur, at vit skulu sita við borðið har avgerðir verða tiknar.

Tó trist, at hann tá sipar til borðið á Fólkatingi.

Samráðingarborðinum í Føroyum er hann lopin frá. Har sita annars 5 av 6 flokkum, og viðgera okkara framtíð sum sjálvstøðugt land.

Eg haldi, at Bárður Nielsen kann taka tað púra róligt.

Vit fimm skulu nokk taka ábyrgd, og tala føroya søk í øllum lutum, eisini í verju og trygdarmálum. Tað arbeiðið er áhaldandi.

So Bárður Nielsen nýtist ikki at kvøða hesa afturvendandi vísuna um, at vit onki vilja og onki duga.

Hesin áhaldandi tørvurin at spjaða, misbrúka ótryggu heimsstøðuna og leypa ótta á føroyingar, tí at vit ikki samráðast stjórn til parlament, men stjórn til stjórn, er nokk bara eitt útrykk fyri, at argumentini hjá Sambandsflokkinum eru uppi.

Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi og landsstýriskvinna í Uttanríkis- og Vinnumálum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…